21.09.2018

Gøtubrá hevur nøkur størv leys

Hevur tú útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, heilsuhjálpari og/ella dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, so ynskja vit at fáa eina umsókn frá tær. Sí meira um okkum á www.eystur.fo/nand 

Vit leita eftir:

·         Sjúkrarøktarfrøðingi niðursetta tíð, at arbeiða fyrrapart gerandisdagar. Tú kemur at taka tær av sjúkrarøkt, umframt at innganga í vanliga arbeiðið á deildini.

·         Heilsurøktarum fulla ella niðursetta tíð at arbeiða í skiftandi vaktum.

·         Heilsuhjálparum fulla ella niðursetta tíð at arbeiða í skiftandi vaktum.

·         Hevur tú ikki útbúgving, men kundi hugsað tær at arbeiða við eldri fólkum fyri at vita, um hetta kundi verið ein starvsleið, so ert tú eisini vælkomin at søkja, tí møguleiki er fyri at fáa eitt tíðaravmarkað starv.  

Størvini verða at seta skjótast gjørligt.

Starvsetan og løn
Størvini verða sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Elsebeth V. Simonsen, fyribilssettur deildarleiðari á tlf. 730232.

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 5. oktobur 2018. Umsóknirnar skulu latast til: Nánd – Oyran 2 – 512 Norðragøta, ella á teldupost: nand@eystur.fo

Lýsing eftir røktarstarvsfólki til Gøtubrá, í pdf