25.09.2020

Góðu borgarar, sum eru til frítíðartiltøkini í Lonini

Av tí at korona smittutølini eru hægri aftur nú í Føroyum, avlýsir Fuglafjarðar kommuna tiltøkini, sum annars er í Lonini frá september til og við desember 2020.

Henda avlýsing verður gjørd fyri at verja okkara eldru borgarar ímóti korona-smittuvandanum.

Fuglafjarðar kommuna fylgir gongdini neyvt, og vónandi kunnu tiltøkini í Lonini byrja aftur í januar mánaða 2021.

Nærri kunning um, nær tiltøkini í Lonini fara ígongd aftur, verður lýst á heima- og facebook síðu kommununar í januar mánaða 2021.

Blíðar heilsanir

Sonni á Horni, borgarstjóri                                                       Irena Olsen, sosialdeildarleiðari