Eftir reglunum í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir hevur Fuglafjarðar kommuna við skrivi dagfestum 8. september 2026 sent Heilsu- og orkumálaráðnum uppskot til broyting í byggisamtyktini á vinnuøkinum á Kambsdali til góðkenningar.
Broytingin snýr seg um at broyta matr nr. 985, part av matr.nr. 871e og part av litra ar á
Kambsdali til C: Vinnuøki.
Endamálið við broytingini er at gera ætlaða sølu og umbýti av lendi og nýggja vegaføring í
vinnuøkinum møguliga. Kommunan upplýsir, at ætlanin er í tráð við heildarætlanina fyri økið.
Uppskotið varð kunngjørt 5. mai 2026 og lá frammi til alment eftirlit frá 7. mai til 29. mai 2026. Freistin at lata inn mótmæli og broytingaruppskot var 18. juni 2026. Eingin viðmerking ella mótmæli komu inn.
Býarskipanarnevndin hevur havt málið til ummælis og hevur ongar viðmerkingar, men mælir Heilsu- og orkumálaráðnum til at góðkenna broytingina í byggisamtyktini.
Sagt verður frá, at Heilsu- og orkumálaráðið við heimild í § 4 í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir góðkennir broytingina í byggisamtyktini á vinnuøkinum á Kambsdali, soleiðis sum Fuglafjarðar kommuna hevur søkt um.
Sambært § 7, stk. 1, í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir skal kommunan kunngera broytingina, beinanvegin hon er góðkend. Broytingin fær gildi, tá ið hon er kunngjørd.
Sambært § 7 a, stk. 2, í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir og § 3, stk. 1, í kunngerð nr. 122/2023 um lendisskrá skal kommunan senda Umhvørvisstovuni broyttu byggisamtyktina í seinasta lagi fýra vikur eftir, at hon er góðkend av Heilsu- og orkumálaráðnum.
Mint verður á, at hóast Heilsu- og orkumálaráðið nú hevur góðkent broytingina eftir reglunum í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir, sleppur kommunan ikki undan at fáa til vegar møguligar aðrar góðkenningar, sum krevjast frá øðrum myndugleikum. Víst verður í hesum sambandi til kunngerð nr. 57 frá 27. apríl 2001 um kommunala byggimálsviðgerð.
Hjálagt er broytta kortskjalið við átekning frá Heilsu- og orkumálaráðnum.
Áteknað kortskjal_BS_FK_Eftir Broyting Kambsdalur
Góðkenningarskriv - Kambsdalur_26-11-2026
