Nánd tørvar ein fysioterapeut í okkara toymi. Tú gerst ein partur av einum toymi við tveimum fysioterapeutum og tveimum ergoterapeutum. Toymið er við til at seta egnan dám á verandi og framtíðar virksemi.
Vit sóknast eftir:
- einum fysioterapeuti í starvsbrøki 1,0 at byrja 1. august 2022 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er eisini at arbeiða lægri brøk eftir ynski.
Toymið hevur í høvuðsheitum ábyrgdina av:
- at kanna, greina og meta um virkisførleikar og í mun til hetta seta átøk í verk
- at stuðla undir, at borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar
- at veita endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing
- at veita heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjingar og onnur átøk fyri eldri borgarar
- at undirvísa og vegleiða starvsfólkum , borgarum og avvarðandi
- at menna tað terapeutiska økið
Førleikakrøv:
- Prógv og autorisatión sum fysioterapeutur
- Vilja og evnir at samstarva tvørfakligt
- Góð samskiftisevni og telduførleika á brúkarastøði
Lønar- og setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum millum FMR og Fysioterapeutfelag Føroya.
Umsókn saman við avrit av autorisatión, prógvi v.m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi kl.12.00 tann 18. juli 2022
Nærri kunning um starvi fast við at venda sær til deildarleiðarin, Katrin Hansen á telefon 730212 ella katrin@eystur.fo