29.06.2022

Fysioterapeutur til heimatænastuna Nánd

Nánd tørvar ein fysioterapeut í okkara toymi. Tú gerst ein partur av einum toymi við tveimum fysioterapeutum og tveimum ergoterapeutum. Toymið er við til at seta egnan dám á verandi og framtíðar virksemi.

Vit sóknast eftir:

  • einum fysioterapeuti í starvsbrøki 1,0 at byrja 1. august 2022 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er eisini at arbeiða lægri brøk eftir ynski.

Toymið hevur í høvuðsheitum ábyrgdina av:

  • at kanna, greina og meta um virkisførleikar og í mun til hetta seta átøk í verk
  • at stuðla undir, at borgarar varðveita, menna ella endurvinna sínar virkisførleikar
  • at veita endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing
  • at veita heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjingar og onnur átøk fyri eldri borgarar
  • at undirvísa og vegleiða starvsfólkum , borgarum og avvarðandi
  • at menna tað terapeutiska økið

 

Førleikakrøv:

  • Prógv og autorisatión sum fysioterapeutur
  • Vilja og evnir at samstarva tvørfakligt
  • Góð samskiftisevni og telduførleika á brúkarastøði

Lønar- og setanartreytir:

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum millum FMR og Fysioterapeutfelag Føroya.

Umsókn saman við avrit av autorisatión, prógvi v.m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi kl.12.00 tann 18. juli 2022

Nærri kunning um starvi fast við at venda sær til deildarleiðarin, Katrin Hansen á telefon 730212 ella katrin@eystur.fo

Nánd ynskir at stuðla undir lívsgóðsku, sjálvbjargni og heilsufremjan hjá borgarunum.
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipa javnbjóðis samstarv, og dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý heim, eitt dagtilhald fyri fólk við demenssjúku og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt og endurvenjing. Sí meira um Nánd, missión, visjón og virðir á www.eysturkommuna.fo