16.01.2024

Fysio- og ergoterapeutar til endurmenning/ rehabilitering í Nánd

Vit økja okkara virksemi innan endurmenning  og søkja eftir einum fysioterapeuti og einum ergoterapeuti afturat. Brennur tú fyri at veita eldra ættarliðnum endurmennandi tænastur, so er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Ein verkætlan við einum endurmennandi toymi til heimabúgvandi borgarar verður sett í verk. Verkætlanin umfatar fysio- og ergoterapeutar, visitatorar, heimasjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og heimahjálpir. Verkætlanin verður við til at avgera, hvussu endurmenning framyvir verður skipað í Nánd.

Tey, ið sett verða, koma sostatt at hava stóra ávirkan á verandi og komandi virksemi.

Søkt verður eftir hesum starvsfólkum at byrja 1. mars ella eftir avtalu:

  • einum fysioterapeuti í fast starv í starvsbrøki 1,0 ella eftir ynski
  • einum ergoterapeuti í fast starv í starvsbrøki 1,0 ella eftir ynski

Í løtuni starvast ein fysioterapeutur og tveir ergoterapeutar hjá Nánd. Tey, sum sett verða, verða partar av hesum toymi.

Terapeutiska virksemið er í stóran mun á Miðstøðini í Leirvík, har eisini venjingarhølir eru. Virksemið er eisini heima hjá borgarum og hjá borgarum á sambýlunum.

Toymið hevur í høvuðsheitum ábyrgdina av:

  • at kanna, greina og meta um virkisførleikar og í mun til hetta seta átøk í verk
  • at stuðla undir, at borgarar varðveita, menna ella endurmenna sínar virkisførleikar
  • at veita endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing
  • at veita heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi venjingar og onnur átøk fyri eldri borgarar
  • at undirvísa og vegleiða starvsfólkum, borgarum og avvarðandi
  • at menna tað terapeutiska økið

Vit vænta, at tú:

  • ert virkin luttakari í toyminum og endurmenningarverkætlanini
  • saman við toymi og leiðslu tekur stig til at tillaga og framhaldandi menna tænastur innan endurmenning
  • ert fleksibul og fús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur

Førleikakrøv:

  • Prógv og autorisatión sum ávíkavist fysio- og ergoterapeutur

Vit bjóða tær:

  • at starvast í einum terapeutiskum toymi, har góðir møguleikar eru fyri fakligari sparring og menning
  • eitt framtakshugað arbeiðspláss, har tú kemur at starvast í einum fleirfakligum, lærandi toymi, har dentur verður lagdur á at stuðla undir lívsgóðsku, sjálvbjargni og heilsufremjan hjá borgarunum
  • fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á og verða partur av framhaldandi menning av tænastunum hjá Nánd

Lønar- og setanartreytir:

Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum millum FMR/KAF og Fysioterapeutfelag Føroya/Ergoterapeutfelagið. Víst verður til deildarleiðaran á Miðstøðini.

Nærri kunning um størvini fáast við at venda sær til Katrin Hansen, deildarleiðara, á telefon 730212 ella katrin@eystur.fo

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 12. februar 2024.  Umsóknirnar skulu sendast til: Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta ella á teldupost: katrin@eystur.fo

Um Nánd

Nánd ynskir at stuðla undir lívsgóðsku, sjálvbjargni og heilsufremjan hjá borgarunum.

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv, og dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý heim, eitt dagtilhald fyri fólk við demenssjúku og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt og endurvenjing. Sí meira um Nánd, missión, visjón og virðir á www.nand.fo

Leys størv á Nánd finnast Her