24.08.2016

Fyrilestur við Stephen Hawking beinleiðis í Mentanarhúsinum í samstarvi við Televarpið og Carlsberg Grunnin

Føroyingar fáa nú eisini høvið at hoyra útselda fyrilesturin við heimsgitna vísindamanninum, alisfrøðinginum og kosmologinum Stephen W. Hawking beinleiðis í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Fyrilesturin, ið kallast 'Quantum Black Holes’, snýr seg um loyndarmál alheimsins við serligum atliti til svørt hol. Hetta er nakað, ið Hawking  hevur vígt sítt lív at granska seinastu hálvthundrað árini. Spurningar hann kemur inná, eru m.a.: Hvat eyðkennir svørt hol? Eru tey yvirhøvur til á tann hátt, sum vísindin hevur gingið út frá? Og hvat skula vit gera, um so er, at vit eru í vanda fyri at detta í eitt slíkt?

Fyrilesturin verður hildin í morgin 24. august kl 16 føroyska tíð. Tað er Mentanarhúsið í Fuglafirði, sum saman við Televarpinum hevur fingið í lag samstarv við Carlsberg Grunnin, soleiðis at fyrilesturin kann stroymast beinleiðis til Føroya. 

Tað er Carlsberg Grunnurin, sum skipar fyri fyrilestrinum við Hawking í Danmark. Øll 1.800 atgongumerkini til fyrilesturin vóru seld eftir minni enn 20 minuttum, og tískil valdu fyrireikararnir at stroyma fyrilesturin í útvaldar kykmyndahallir í Danmark. Nú ber so eisini til at síggja fyrilesturin beinleiðis í Føroyum.

Stephen W. Hawking er ein av heimsins fremstu teoretisku alisførðingum. Hann er serliga kendur fyri síni ástøði um svørt hol og uppruna alheimsins. Hawking hevur fingið eina langa røð av heiðurslønum, m.a. Queen Elizabeth II’nds Companion of Honour og Albert Einstein-heiðursmerkið. Harumframt hevur hann hildið ein hóp av almennum fyrilestrum og givið út fleiri bestseljandi bøkur um stjørnufrøði og uppruna alheimsins, herundir ’A Brief History of Time' og 'The Universe in a Nutshell'. 

Atgongumerki á 199,- kr fáast á heimasíðuni hjá Mentanarhúsinum www.mh.fo skjótast

Vitja annars heimasíðuna hjá Stephen W. Hawking her: http://www.hawking.org.uk/index.html