29.10.2020

Fyribyrgjandi heimavitjanir 75+

Týsdagin 20.10.20 skipaði Nánd fyri upplýsandi fundi í hølunum hjá Dugna, har kunnað varð um fyribyrgjandi heimavitjanir til 75 ár og eldri. Borgarar føddir í 1945 og teirra avvarðandi vóru boðin til tiltakið.

Nánd Heimatænastan ynskir, at eldru borgararnir hava eitt gott og innihaldsríkt lív. Í løgtingslóg um heimatænastu og eldrarøkt § 11 stendur, at kommunurnar skulu bjóða borgarum, ið eru vorðnir 75 ár, eina fyribyrgjandi heimavitjan.

Nánd hevur síðani 2016 skipað fyri tílíkum tiltaki, og undirtøkan er vaksandi.

Uppmøtingin var góð hendan dagin, hølið var fullsett, og lagið á fólki var gott - øll so brosandi.

Poula Reinert- Petersen, leiðari, legði fyri við at bjóða fólki vælkomnum og greiddi frá um eldrasamstarvið Nánd, og um hvør ætlanin var við tiltakinum.

Síðani hevði Marianna Hansen, tørvsmeti, orðið, har hon greiddi frá um ætlan og innihald av fyribyrgjandi heimavitjanum og vísti eitt stutt filmsbrot. Allir borgarar 75 ár og eldri fáa bjóðað eina fyribyrgjandi heimavitjan, har endamálið er heilsufremjan og at stuðla frískum eldri at vera verandi frísk og fyribyrgja, at smáir trupulleikar gerast størri.

Hvat gongur væl, og hvat kann vera ein avbjóðing?

Borgarin fær høvi at tosa um lívið og um heilsuna sum heild, meta um egnu heilsu og verður eggjað/ur og stuðlað/ur til tað, ein ynskir at betra um. Dentur verður lagdur á at eggja til at halda fram við tí, sum gevur meining, og sum fremur trivnað.

Metan kann eisini verða gjørd av eitt nú blóðtrýsti, pulsi, blóðsukri, styrkini í kroppinum, sjón, hoyrn, trivnaðinum, sinnisligu støðuni og av førleikum í mun til minni, um hetta verður mett aktuelt, og um ein ynskir tað.  Útfrá frá samlaðu støðuni verður tosað um og víst á møguleikar fyri átøkum, ið kunnu vera heilsufremjandi.

Ymiskir faldarar og kunnandi tilfar, sum verður nýtt á heimavitjanum, lá frammi, sum luttakararnir kundu ogna sær alt eftir, hvat hevði áhuga.

Komandi ár fáa tey, ið eru fødd í 1945, eina skrivliga innbjóðing við tilboði um eina fyribyrgjandi heimavitjan.

Rørsla hevur ein týðandi leiklut í mun til heilsufremjan.

Sandra Jojevic, fysioterapeutur, greiddi frá um týdningin av rørslu v.m. Tað verður m.a. viðmælt, at ein rørir seg ein hálvan tíma um dagin.

Nánd hevur tilboð um endurvenjing og sjálvsvenjing í venjingarhølum í Miðstøðini í Leirvík. Tá løtan var um at enda, bjóðaði Sandra luttakarunum til at meta um styrkina og javnvágina í kroppinum.

 

Jóna Rygshamar, ergoterapeutur, hevði lagt tilrættis eina áhugaverda framsýning av hjálpartólum, ið kunnu lætta um gerandisdagin. Samstundis vegleiddi hon og svaraði spurningum.

Jóna Rygshamar, ergoterapeutur og Sandra Jojevic, fysioterapeutur.

 

Góður kostur hevur eisini týdning fyri heilsuna.

Hannelena Jacobsen, økonoma, greiddi frá um týdningin av góðum kosti, vætu og vísti á, hvat góð føði er, og hvar ein fær tær ymisku vitaminirnar og mineralir.

 

Hannelena Jacobsen, økonoma.

 

 

 

 

 

Ein av luttakarunum, Signar á Brúnni í Fuglafirði, sigur soleiðis um løtuna:

 

”Hjá okkum, ið vóru boðin, var tað so hugnaligt at hittast. Øll mundu kennast, tí tey, ið møtt vóru, komu úr Fuglafirði, Gøtu og Leirvík - grannabygdirnar, ið hava samstarvast væl í so mong ár - og sum nú eisini samstarvast um at stuðla okkum gomlu og koma við góðum ráðum.

 

Boðið varð til kaffi og te og nógvum sløgum av "køkum," frukt-, osta- og keksafati, men brúnakakan, sandkaka og lagkaka vóru ikki at síggja, køkurnar, ið okkum dámar so væl, men sum vit vita ikki er tað sunnasta. Men vit hava eisini flutt okkum, hóast vit eru 75. Vit fylgja við tí, ið hendir og fylgja skilagóðum ráðum, ið gagna okkum best. Borðreiðingin var góð, og fólk vóru so ovurfegin fyri hana.

Vælvaldu sangirnir hjá ávikavist Hans Andreas Djurhuus og Thomas Mikal Smith,"Land mítt har grasið í líðum grør" og "So rótleyst er sinni títt, altíð á ferð", vórðu sungnir. 

Tey eldru kendu sangirnar og dugdu teir helst uttanat, tí sum ung varð nógv sungið og ikki minst úr Føroya Fólks Songbók. 

Onkur eldri mintist tær ferðirnar EB fótbóltsspælararnir komu til Fuglafjarðar við bátinum Glæmuni. Tá ið Glæman nærkaðist kaiini, so varð sangurin "Land mítt har grasið í líðum grør" sungin, og fuglfirðingar, ið tóku ímóti teimum, sungu eisini so hjartaliga. Vinalagið millum bygdirnar Eiði og Fuglafjørð var so fyrimyndarligt tá.

Spurningar vórðu settir til teirra, ið hildu fyrilestrarnar, og svarað varð týðiligt og greitt, og skilagóð ráð vórðu givin.”

 

Møguleiki var hjá fólki at máta blóðtrýst, puls, blóðsukur og at seta spurningar. Tað vóru deildarleiðararnir á sambýlunum og á Miðstøðini í Leirvík, ið tóku sær av hesum. So at siga øll tóku av tilboðnum, og tað gekk bæði skjótt og væl - sum vóru tey í tjúgunum.

 

 

 

 

 

 

Leiðslutoymið hjá Nánd

Mirjam á Lakjuni, deildarleiðari á Giljagarði, Elsebeth V. Simonsen, deildarleiðari á Vesturstovu og í dagtilhaldinum í Doktarahúsinum í Fuglafirði,  Ása Ásmundsdóttir, deildarleiðari á Miðstøðini,  Poula Reinert-Petersen, leiðari, Marianna Hansen, tørvsmeti.

 

Tá ið løtan, ið vardi umleið tveir tímar, var liðug, var prátað saman aftaná, og gott var hjá okkum í Nánd, ið stóð fyri tiltakinum, at fáa at vita, at tey, ið høvdu tikið lut, vóru sera væl nøgd við framløguna og huglagnum, ið har valdaði.

 

Nánd takkar fyri góðu og jaligu undirtøkuna.