testtheme54575
27.08.2018

Fuglafjørður – Visjón 2050

  • 24
    Shares

Hvussu kann Fuglafjørður gerast eitt betri stað at búgva, virka og liva? Spurningurin verður settur á breddan á almennari kvøldsetu í Mentanarhúsinum týskvøldið

Býráðið í Fuglafirði hevur sett sær sum mál, at í 2050 skulu 2050 fólk búgva í kommununi. Men hvussu skal býurin síggja út? Hvørji øki skal dentur leggjast á? Og hvussu kann tað gerast, uttan at gloyma tey virði og tann samleika, sum ger Fuglafjørð til nakað serstakt í dag.

Á almennari kvøldsetu í Mentanarhúsinum í Fuglafirði týskvøldið verður høvi hjá fuglfirðingum og øðrum við áhuga fyri býnum at kjakast um hesar spurningar. Tiltakið er samstundis startskotið til árligu Mentanardagarnar, sum seta sín dám á Fuglafjørð alla vikuna.

Á kvøldsetuni verður úrslitið av stórum evnisdegi, har nakrir útvaldir fuglfirðingar hava viðgjørt nevndu spurningar út í æsir, lagt fram. Eisini verður høvi hjá áhoyrarum at seta spurningar og gera viðmerkingar til hesar framløgur.

Kvøldið endar við politiskum orðaskifti við umboðum úr øllum trimum listum í býráðnum í Fuglafirði. Eisini her verður høvi hjá áhoyrarum at seta spurningar.

Kvøldsetan verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði týskvøldið 28. august klokkan 20.