09.05.2017

Fuglafjørður millum vøkur fjøll

Mentanarhúsið var meir enn fullsett í gjárkvøldið, tá ið søguligi filmurin um Fuglafjørð rullaði á løriftinum – ein filmur, sum Signar á Brúnni saman við Zacharias Hammar hava tikið stig til.

Í gjárkvøldið var tað serliga Piddasa handil og handilin hjá Haraldsen og lívið har umkring, sum vóru til viðgerðar. Í kvøld er tað smiðjan Meka og bedingin sum verða lýst nærri.

Fjøllini prýða Fuglafjørð - Borgin, Blábjørg, Kambur, Tyrlar og øll hini, sum siga frá, hvør her býr. So eru eisini øll hini ”smáu” staðarnøvini, sum hava so óendarilga nógv at siga: Doktaraberkkan, Krownstreet, Ismarsaberekka, Toftabrekkan, Gjógvará, Skarðsá, Bakkavegur, Kirkjuryggur og øll hini.

Jú, Fuglafjørður var ein aldingarður, har nógv lív var í. Virksemið hjá Sámal Petur Petersen, har Piddasa haldil eisini spratt, var so stórt, at hann eina tíð hevði egið peningakerv.

Eg fekk um endan á hesi spennandi tíð, har man stóð uttanfyru dyskin og mjøl, sukur, sviskur o.a. varð vigað uppí smærri posar. Hevði tú ein dunk við, so fekst tú uppí hann av petroleum.

Tað var ikki óvanligt, at krambafólkini royktu og viðskiftafólkinin við - nógv tos var inni, og summi teirra stóðu leingi inni. Summir av krambakallunum dugdu hegnisliga væl at leggja sigarettina frá sær á skivukantin, til næstu umbøn av vøruútflíggjan.

Aðrir handlar vóru eisini í Fuglafirði, so sum Dollin, Jens Kristian, Ismar, Otto, Hellumaðurin, Cyty, TipTop og aðrir við.

Men í gjárkvøldið var eina mest snakkað um Piddasa-handin, SPP, Pidda, Theodor og Handilin hjá Haraldsen, har nógv ymisk starvsfólk hava verið knýtt afturat – Eisini skip og fiskivinna við turkihúsi og turkiløgum.

Í kvøld verður tað einamest smiðjan, Meka, sum Brøðurnir Petersen tóku sær av og so virksemið á Bedingini, sum Brøðurnir Petersen eisini høvdu.

Smiðjumeistarin, Esmar Simonsen, búðið beint niðanfyri hjá okkum og sonurin, Mourits og eg vóru javngamlir, so við høvdu nógv av okkara gongd í smiðjuni og á bedingini.

Tó at har varð bankað jarn, sveisað og loddað rør, so var eingin, sum segði okkum, at har máttu vit ikki vera. Vit fingu tvørtur ímóti at vita, havt man skuldi hava fyri eygað, tá ið man sveisaði ella dreygaði – allir menninirnir vóru fyrikomandi og fittir – teir tímdu at snakka við okkum og greiða frá, hvat teir fingust við.

Tað kundi vera Erling og Evald i essuni, Kári, Margeir, Gordon, John Eli, Theodor, Edmund og allir hinir í sunnaru smiðjuni. Teir høvdu til fragd at klintra uppi undir loftinum sum apur – fimir, sterkir og kimir vóru teir.

Handlarnir, smiðjan og bedingin vóru okkara stað, har vit hittust - har tey vaksnu søgdu frá og tóku okkum ungu við, lótu okkum vita og aldu okkum upp – tey høvdu tol við okkum. Nú sita tey ungu fyri tað mesta á alnótini.

Signar hevur saman við Zacharias rakt væl á ein sigandi part av Fuglafjarðar søgu við hesum filmum, tó at hon verður søgd í bók og tó at hon stundum hevur verið søgd fyrr. Men hesin frásøguhátturin er lættur og serliga sigandi við frálíkum myndum. Eitt væla verk!

Spennandi verður at síggja næsta filmin í kvøld kl. 19 í Mentanarhúsinum.

Vinarliga

Dávur Winther
Mentanarleiðari í Klaksvík

Fuglafjørður millum vøkur fjøll