Mikukvøldið 23. januar 2019 fer Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, at handa virðislønirnar til lista- og mentafólk fyri 2018. Í ár verður handanin á almennari samkomu í Mentanarhúsinum í Fuglafirði mikukvøldið 23. januar kl 19.00. Tað skrivar Mentamálaráðið í dag.
Virðislønirnar verða tríggjar í tali:
- Mentanarvirðisløn Landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik
- Heiðursgáva Landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
- Virðisløn til ungt listafólk, sum er 50.000 kr. Hon verður latin ungum listafólki, sum hevur víst serliga góð evni og sum hevur gjørt vart við seg á síni listabreyt. Virðislønin til ungt listafólk verður latin fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning.
Hesar somu virðislønirnar vórðu eisini handaðar í fjør. Tá fekk Barbara í Gongini mentanarvirðisløn landsins, Frits Johannesen fekk heiðursgávu landsins og Konni Kass fekk virðisløn til ungt listafólk. Sum siðvenja er verða nøvnini á teimum, sum fáa mentanarvirðislønirnar, ikki kunngjørd, fyrr enn tá virðislønirnar verða handaðar. Í ár verður tað í Mentanarhúsinum í Fuglafirði mikukvøldið 23. januar kl 19.00.
Hetta skrivar Mentamálaráðið í dag