12.07.2017

Fuglafjørður á heimskortið

Í døgunum frá 7. til 9. juli 2017 høvdu vit forkunnuga vitjan á Fuglafirði. Hesar dagar vitjaðu tvey av heimsins størstu seismikkskipum okkum, nevnliga GEO CORAL & RAMFORM TITAN.

Tað er at fegnast um, at slík skip, sum ferðast á øllum heimsins høvum, velja Føroyar sum veitingarstað, fram um onnur lond sum Skotland, Bretland og Noreg. Hví velja tey okkum, jú tí vit eru kappingarfør.

At so skipini velja Fuglafjørð fram um aðrar havnir í Føroyum, kann eg ikki annað enn vera stoltur av. Okkurt gera vit rætt.

Ein slík vitjan setur stór krøv til Fuglafjarðar havn, bæði hvat trygd og veiting viðvíkur.

Nú vitjanin er av, kann eg ikki annað enn verða stoltur av, at alt hevur gingið sera væl. Í samrøðu við skiparan á heimsins størsta seismikkskipi Ramform Titan, Ragnar Stangring sigur hesin soleiðis við portal.fo: ”Vit valdu Fuglafjørð eftir at hava sæð myndir frá bæði Havnini, Skálafjørðinum og Norðhavnini í Klaksvík. Umstøðurnar í Fuglafirði vóru tær røttu fyri júst okkum” Hann sigur síðani “ Tænastu-veitingarnar, vit hava fingið í Fuglafirði hava verið framúr góðar. Alt hevur gingið eftir ætlan, og vil eg fegin mæla øðrum frálandsskipum at fara til Føroyar at keypa vørur og tænastur, um tey eru í grannalagnum.”

Hetta ummæli sigur mær so mikið, at vit hava staðið royndina við hægstu próvtølum.  Nøgdir kundar hava tað við at venda aftur, og um teir ikki koma aftur av eini og hvørji orsøk, so breiða teir jaligu upplivingina, teir hava fingið í Fuglafirði, soleiðis at aðrar vitjanir verða veruleiki.

Einki kemur av sær sjálvum, og uttan góða samskipan og góðar kreftir, hevði hetta ikki verið møguligt.

Eg fari við hesum at takka havnameistara við fylgi, loðstænastuni, umboðsfólki og øllum veitarum annars fyri eitt framúr avrik, sum óiva skal fara at síggjst aftur í framtíðini.

Stóra takk fyri at tit vóru við til at seta Fuglafjørð á heimskortið og takk fyri tykkara stuðul.

Kristian Petersen,

formaður í Vinnunevndini