20.04.2021

Fuglafjarðar Sløkkilið søkir eftir tveimum sløkkiliðsfólkum M/K, at byrja skjótast gjørligt.

Fuglafjarðar kommuna raðfestir, at hava eina góða og virkna tilbúgving, tí er neyðugt at hava eitt munagott sløkkilið, sum virkar sambært tilbúgvingarlógini og tilbúgvingarætlanini hjá kommununi.

Fuglafjarðar Sløkkilið hevur 12 sløkkiliðsfólk, harav ein tilbúgvingarleiðara, varaleiðara og tríggjar liðleiðarar. Tilbúgvingarleiðarin er fulltíðarsettur.

Starvið sum sløkkiliðsfólk

Starvið sum sløkkiliðsfólk er eitt týdningarmikið, áhugavert men kann til tíðir eisini verða eitt krevjandi starv.

Høvuðsuppgávur:

Arbeiðið fevnir um vanligt sløkkiliðsarbeiði, undir hesum roykkaving, fyribyrgingar- og bjargingaruppgávur, samt taka lut í kommunalu tilbúgvingini í breiðum týdningi.

Luttøka í regluligum venjingum og fyrifallandi arbeiði á sløkkiliðsstøðini er eisini ein partur av arbeiðinum sum sløkkiliðsfólk.

Vit vænta, at tú hevur:

  • Góða heilsu – likamliga og sálarliga.
  • Góð evni at samstarva og samskifta.
  • Reina revsiváttan.

Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav um, at tú hevur:

  • Førarabræv til akfør yvir 3500kg.
  • Víðka fyrstuhjálparskeið.
  • Roykkavaraskeið.
  • Møguligar aðrar viðkomandi royndir.

Setanarviðurskifti:

Sløkkiliðsfólkini vera sett eftir avvarandi sáttmála

Royndartíðin er eitt ár.

Umsóknin og møguligar spurningar til starvið:

Umsókn, saman við viðkomandi skjølum, skal vera Fuglafjarðar Sløkkilið í hendi í seinasta lagi mánadagin 06/05-2021 Umsóknin og møgulig fylgiskjøl skulu sendast við teldubrævi til brandstod@fuglafjordur.fo

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við Jan Lauritsen, tilbúgvingarleiðara, á telefon 239112, ella á omanfyri nevnda teldupostbústaði.

 

starvslýsing sum PDF