09.05.2025

Fuglafjarðar Sløkkilið søkir eftir tveimum sløkkiliðsfólki M/K, at byrja skjótast gjørligt.

Fuglafjarðar kommuna raðfestir, at hava eina góða og virkna tilbúgving, tí er neyðugt at hava eitt munagott sløkkilið.

Høvuðsuppgávur:

Arbeiðið fevnir um vanligt sløkkiliðsarbeiði, undir hesum roykkaving, fyribyrgingar- og bjargingaruppgávur, samt taka lut í kommunalu tilbúgvingini í breiðum týdningi.

Luttøka í regluligum venjingum og fyrifallandi arbeiði á sløkkiliðsstøðini er eisini ein partur av arbeiðinum sum sløkkiliðsfólk.

Vit vænta, at tú hevur:

  • Góða heilsu – likamliga og sálarliga.
  • Góð evni at samstarva og samskifta.
  • Reina revsiváttan.
  • Fastan bústað í Fuglafjarðar Kommunu

Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav um, at tú hevur:

  • Førarabræv til akfør yvir 3500kg.
  • Víðka fyrstuhjálparskeið.
  • Roykkavaraskeið.
  • Møguligar aðrar viðkomandi royndir.

Lønar- og setanarviðurskifti:

Lønar- og setanarviðurskifti sambært reglugerð fyri Fuglafjarðar Sløkkilið – sí reglugerð á https://fuglafjordur.fo/borgari/oydublod/reglugerdir-og-vidtoekur/

Umsóknin og møguligar spurningar til starvið:

Umsókn, saman við viðkomandi skjølum, skal sendast við teldubrævi til brandstod@fuglafjordur.fo í seinasta lagi mánadagin 26/05-2025

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við Jan Lauritsen, tilbúgvingarleiðara, á telefon 239112, ella á omanfyri nevnda teldupostbústaði.