30.11.2018

Fuglafjarðar Kommuna samtykt fíggjarætlan fyri 2019

  • 10
    Shares

Fuglafjarðar Býráð hevur á býráðsfundinum á Miðnám á Kambsdali í gjárkvøldið, samtykt fíggjarætlanina fyri 2019.

Íløgur í fólkavøkstur, menning og trivnað

Fuglafjarðar Kommuna hevur sett sær fyri, at íbúgvaratali í Fuglafirði, á Kambsdali og á Hellunum skal vera í minsta lagi 2050 í 2050, og fyri at náa hesum málið, mugu fleiri ymsir bústaðarmøguleikar verða tøkir í kommununi. Tískil eru 5 mió. kr. settar av til byggibúning av íbúðarverkætlan á vestara landi í Fuglafirði og 3 mió. kr. er settar av til útstykking av 8 + 8 grundøkjum á Kambsdali. Arbeiði at gera 12 grundøki byggibúgvin á Bøvegi í Fuglafirði er eisini farin í gongd, hetta arbeiði skal eftir ætlan standa klárt um várið 2019. Longu nú er møguleiki fyri, at ogna sær eitt av hesum grundøkjum á Kambsdali ella í Fuglafirði.

Tá kommunan hevur sett sær slík mál, mugu stórar íløgur gerast á ymsum økjum, so tænastur og trivnaður hjá borgarunum standa í mát við málsetningin.

Størsta íløgan er sett av til umbygging og nýbygging av Fuglafjarðar Skúla, ið er ein alneyðug íløga, í okkara børn og ungu í økinum. Nýggi barnaskúlin, við øllum nýmótans hentleikum, skal standa klárur til brúk á heysti 2020 og her hevur kommunan sett 36,8 mió. av til arbeiði í 2019.

Eisini eru 10,7 mió. settar av til bygging av nýggjum ítróttarhúsið og ljósmastrum á Fløtugerði í 2019. Hendan verkætlanin hevur verið drúgv, men kommunan hevur eina vón um at hetta arbeiði kann fara í gongd skjótt, so húsið og ljósmastrarnar kunnu setast í brúk einaferð í nýggja árinum.

Á eldraøkinum eru 6,4 mió. settar av til eina verkætlan, har tankin er, at útbyggja Vesturstovu við í minsta lagi 4 plássum, eftir áheitan frá stýrinum í Nánd. Her er eingin tíðarætlan sett enn, men tað er ein átrokandi verkætlan, sum kommunan ætlar at seta ferð á beinanvegin.

 

Aðrar íløgur sum, eftir ætlan, verða gjørdar í 2019 eru:

Nýggjur kirkjugarður, nýtt renovasjónsøki, keyp av nýggjari gravimaskinu og nýggjum arbeiðsbili, Her eru avsettar 4,2 mió til nýgerð og nýkeyp.

Uppstigan av dagstovnunum á Kambsdali, Mentanarhúsinum, Piddasahandli / Ribarhús, havnaøkinum, vatnveitingini, kloakkum, vegakervinum, gongubreytum og gøtuljósum. Her er avsett í alt góðar 5,7 mió kr. til ymsa uppstigan, nýgerð og nýkeyp í kommununi.

Av tí at sera stórar verkætlanir eru í gongd, má haldast aftur á rakstrinum. Tó so, eru tilboðini nógv og góð til okkara borgarar og vinnulív, og Fuglafjarðar Kommuna vil altíð stremba eftir at verða fremst á øllum økjum.

Fíggjarætlan í tølum

Mettu inntøkurnar fyri 2019 eru samanlagt smáar 60,3 mió. í persónsskatti og 11 mió. í partafelagsskatti, samanlagt smáar 71,3 mió. Raksturin er mettur til smáar 58, 2 mió. og er hetta ein vøkstur á góð 5%. Tó sær heilt øðrvísi út um vit taka vøksturin á eldraøkinum úr roknistykkinum, tí so er vøksturin á rakstrinum væl undir 2% (frá 55,3 mió í 2018 til 56,4 mió í 2019). Avsettu íløgurnar eru netto góðar 67,7 mió, harav smáar 22,4 mió. verða fluttar yvir frá 2018 og 6,4 mió. er nýtsla av innistandandi fyri sølu av ERE plássum, sum er oyramerkt til íløgur á eldraøkinum. Rentukostnaður er mettur til 2,9 mió. kr. og avdráttir av lánum verða mettir til 5,0 mió. kr. Skattur av kapitaleftirlønum og av DIS og FAS er mett til samanlagt smáar 14,3 mió.

Urslitið javnvigar á 164,6 mió. kr., har lántøka uppá skúlabygging á 19,2 mió og nýtsla av innistandandi á smáar 29 mió. skapa javnvágin í fíggjarætlanini.

 

Gjøld og frádráttur óbroytt
Skattaprosentið er framvegis 21,5%
Barnafrádrátturin er framvegis 6.500 kr. pr. Barn
Kostnaðurin á dagstovnum er framvegis óbroyttur:
Vøggustova 1.700 kr. um mánaðin
Barnagarður 1.300 kr. um mánaðinFrítíðarskúli (fullan dag) 1.300 kr. um mánaðin
Frítíðarskúli (skúlabørn) 700 kr. um mánaðin
3 mánaðar ókeypis til tilflytarar
3. barn og hareftir ókeypis