18.10.2016

Fuglafjarðar kommuna samtykkir nýggjan barnaskúla Nýggjur barnaskúli – Meira enn ein skúli

Fuglafjarðar kommuna hevur á býráðsfundi í dag, einmælt samtykt at taka undir við dispositiónsuppskotinum frá Map arkitektum um bygging av nýggjum barnaskúla undir heitinum - Meir enn ein skúli.

Dispositiónsuppskotið byggir á byggiskrá, sum bygginevndin handaði býráðnum og sum var samtykt 26. mai 2016.

Í byggiskránni verður herðsla løgd á, at skúlin bæði í gamlari og nýggjari tíð hevur verið ein mentanarberi og miðdepil í bygdini. Fuglafjarðar skúli skal vera ein snúningsás í býnum og nærumhvørvinum, sum stuðlar undir við góðum kørmum fyri okkara týdningamesta tilfeingi skúlaungdóminum, ið kemur at mynda okkara framtíð.

Skúlabyggingin skal vera ímynd av, at Fuglafjørður ynskir at ganga á odda, tá tað snýr seg um vitan og mentan, og skal hetta síggjast aftur í byggilistini við nýskapandi og framskygdum karmum, har arkitektururin og námsfrøðin ganga hond í hond.

Meir en ein skúli

Skúlin verður meir enn ein vanligur skúli, og skal vera opin frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi. Skúlin skal vera mentanardepil til frama fyri alla bygdina og fer at rúma musikkskúla, kvøldskúla, bókasavn, felagshøll o.a.

Umframt at leggja herðslu á tónleik og list, verða náttúrulærugreinarnar innrættaðar á ein nýggjan og kveikjandi hátt, har dentur verður lagdur á læring við royndum.

Somuleiðis verða umstøðurnar hjá fjølbroytta frítíðarvirkseminum tiknar við í skúlabyggingina, og fær Fuglafjørður sostatt ein nýskapandi skúla, - meir enn ein skúla, har andarúmið ber dám av lærdómi og trivnaði.

Arkitektonisk hugmynd

Fuglafjørður er upprunaliga sprottin úr økinum millum Gjógvará og Skarðsá. Hetta økið er eisini tað, sum eygað fyrst festir seg við, tá tú koyrir ímóti bygdini eftir Fuglafjarðavegnum.

Tað er eisini her, teir týdningamestu mentanarbygningarnir liggja.

Gamli skúlin, er frá 1936 er seinni útbygdur ímóti vestri. Hetta var  í 1964. Útbyggingin er ein vinkulbygningur, har eini vinkulinbrýtur frá, liggur vinkulrætt á longu lonina og peikar út ímóti fjørðinum.

Skjøldurin ímóti fjørðinum er eitt áhugavert frábrygdi í heildarmyndini.

Nýggi tilbygningurin skal trýna fram við sermerktum skjøldri. Sermerkta skjaldramotivið hevur funnið sín íblástur úr gamla skúlabygninginum, sum arkitekturin Hofgaard teknaði fyrst í tredivu árunum.

Bygningurin varð skipaður symmetriskt og miðskeiðis upp úr takinum, stóð eitt spír. Spírið hvarv í 1959 tá takið varð reist.

“Nú verða síðstu restirnar av bygninginum tiknar burtur. Tó er tað okkara vón, at tað eydnast okkum, við nýggjari tulking at endurskapa sama sermerkta snið. At nýggi skúlin fer at halda lív í minninum, um hin einaferð so tignarliga skúlan” siga Map arkitektar um arkitektonisku hugmyndina.

Verandi uppskot er 3.350 fermetrar, umframt 220 fermetrar í verandi skúla sum verður umbygt.

Mett verður at kostnaðarkarmurin á 96 mio.

11skuli-mynd-2

11skuli-mynd11