Í fleiri ættarlið, hava borgarar í Fuglafjarðar kommunu borið fram eitt ynski um eitt ungdómstilboð, ið kann dekka ein tørv, ið ikki longu er dekkaður av mongu frítíðar- og mentanartilboðunum, sum finnast í kommununi.
Ein týðilig politisk raðfestingin av ungdómsøkinum hesa setuna, hevur borið við sær, at eitt ungdómstilboð nú er veruleiki. Fyrr í ár, varð Durita Samuelsen sett at menna ungdómstilboðið, og hevur áherðsla verið løgd á, at ungu borgararnir í kommununi, hava havt ein virknan leiklut í hesum arbeiðnum. Eitt nú eru ungdómsumboð vald í ráðgevandi nevnd, eins og at ung hava luttikið á framtíðarsmiðju, har tey hava lýst hvussu ungdómslívið framyvir kann síggja út í nærsamfelagnum. Í hesum arbeiðnum, gjørdist serliga tørvurin á at kunna savnast og brúka tíð saman sum ungdómur, týðiligur. Tí er at fegnast um, at Fuglafjarðar kommuna og lokala vinnufyritøkan Havsbrún, eru komnar ásamt um at gagnnýta gomlu kantinuna á Bakkavegi, Stórhúshøll, til ungdómshús í býnum.
Fyrsta tiltakið varð longu hildið á Mentanardøgunum og vit gleða okkum til at seta hølini í stand, so at tey gerast hóskilig, til høvuðssæti hjá okkara ungu borgarum. Øll eru vælkomin at fylgja við í gongdini, á @fuglarnir_ung á Instagram.
Á myndini síggja vit Mildrið Hammer Abrahamsen -ungdómsumboð, Edva Jacobsen -forkvinna í sosialunevnd, Henny Vík -ungdómsumboð, Dávur Juul -borgarstjóri og Odd Eliasen -stjóri á Havsbrún