06.03.2019

Fuglafjarðar kommuna methøgan kommunuskatt fyri februar mánaða 2019.

Fuglafjarðar kommuna hevur fingið kr. 7.987.895,00 í kommunuskatti fyri februar mánaða, og svarar hetta til kr. 2.963.508,00 oman fyri metingina pr. mánaða, sum er kr. 5.024.687,00, svarandi til sløk 59%.

Avrokningin av kommunuskatti fyri februar 2018 var kr. 7.362.807,00, so talan er um eina hækking upp á kr. 625.088,00 fyri februar 2019.

Fyri januar og februar 2019 hevur kommunan fingið kr. 13.006,941,00, móti mettum kr. 10.048.773,00 svarandi til eina hækking upp á kr. 2.958.168,00 ella 29,5%.

Staðfest er, at avrokningin fyri februar 2019 er tann hægsta, sum kommunan nakrantíð hevur fingið, næsthægsta er tann fyri februar 2018.