30.03.2020

Fuglafjarðar kommuna letur ruskplássið á Klovningi upp aftur í morgin týsdagin 31. mars

Vegna smittuvanda í sambandi við Corona, tók kommunan stig til at lata aftur ruskplássið úti á Klovningi fyri fjúrtan døgum síðani.

Kommunan hevur tikið avgerð um at opna ruskplássið aftur í morgin týsdagin 31. mars.

Fyri at fyribyrgja smittuvanda bæði fyri starvsfólk og kundan, verða hesi verndarstig tikin í sambandi við Corona-smittuvandan.

Verndarstig ímóti Corona-smittuvanda

  1. Heitt verður á fólk um at halda frástøðu frá starvsfólkum okkara. Víst verður til vegleiðing frá landslæknanum
  2. Minnist til at vaska og spritta hendurnar
  3. Tað er bert ein bilur, sum hevur atgongd inn á ruskplássið í senn.
  4. Fyri at stytta um bíðitíðina, heita vit á fólk um at skilja burturkastið heiman ífrá. Víst verður til vegleiðing hjá IRF
  5. Vit heita á fólk um ikki at koma við stórum nøgdum av burturkasti, men tá venda sær til IRF

Ruskøkið er opið soleiðis

Týsdag og hósdag  .................... frá kl. 16.00 til 18.00
Leygardag                 .................... frá kl. 14.00 til 18.00