22.12.2021

Fuglafjarðar kommuna hevur gjørt samstarvsavtalu við MEA – húsið fyri familjumenning.

Fríggjadagin 17. desember 2021 skrivaðu Dávur Juul, borgarstjóri, og Vígdis Skorheim, leiðari, undir samstarvsavtalu, sum Fuglafjarðar kommunu hevur gjørt við MEA Samstarvsavtalan gevur foreldrum og børnum teirra amboð og hjálp fyri at styrkja um familjulívið. Avtalan gevur møguleika fyri at:

  • Øll foreldrapør í kommununi, sum hava børn við tørvi, kunnu tekna seg til PREP skeið ókeypis.
  • Øll foreldrapør í kommununi, kunnu tekna seg til KIFF skeið ókeypis.
  • Allar familjur í kommununi hava møguleika fyri at fáa 5 tímar ókeypis familjuráðgeving

PREP stendur fyri Prevention and Relationship Enhancement, ella leysliga týtt; Praktiskur Reiðskapur til eitt enn betri parlag

KIFF skeiðið er til foreldur, ið eru farin frá hvørjum øðrum, men gjarna vilja styrkja samstarvið um felags børn.

Verður undirtøkan nóg stór, verður miðja í móti, at skipa okkurt skeið í Fuglafirði.

Tey sum ynskja at gera brúk av avtaluni, kunnu ringja ella skriva beinleiðis til MEA á telefon 224921 ella mea@mea.fo. Kommunan fær hagtøl frá MEA um hvussu nógv taka av tilboðnum, men fær ikki at vita hvør hevur luttikið.

Samstarvaavtalan er galdandi frá 1. Januar 2022 og 3 ár fram.