22.01.2019

Fuglafjarða hornorkestur 50 ár

Tíðindaskriv

Nú eru 50 ár liðin síðan Fuglafjarðar hornorkestur varð stovnað, og í tí sambandi verður jubileumskonsert í Mentanarhúsinum sunnudagin 27. januar kl. 16. Hetta er eisini sjálvur stovningardagurin – 27. januar 1969.

Orkestur hevði  verið í 50-árunum, men tað var ikki virkið. Tað hevði verið róð fram undir at fáa gongd á aftur, og í 1969 bragdaði. Stovnandi fundur varð hildin í skúlanum. Endamálið var stutt og greitt at vekja ans fyri tónleiki og spæla fyri fólki. Nevnd varð vald at arbeiða við hesum, og hon skipaði seg soleiðis: Arnold Abrahamsen, formaður- Jørgen Andersen, næstformaður- Finnur Olsen, kassameistari- Frits Johannesen, skrivari- Poul Jacob Hansen, nevndarlimur. Arnold var umframt formaður eisini dirigentur fyrstu árini.

Nevndin var sera virkin, tí longu í oktobur varð farið til Havnar eftir nýggju hornunum. Fyrstu ferð vit vita, at orkestrið spældi, var á Hellunum ein av atventsdøgunum í 1969, har jólatræið varð tendrað. Árið eftir vóru fleiri framførslur, og grundarlagið lagt undir føstu uttandurðaspælingarnar. Longu í 1970 var orkestrið við á Musikkstevnuni, sum var á Glyvrum. Í 1973 skipaðu fuglfirðingar fyri stevnuni.

Øll hesi ár hava mong spælt í orkestrinum. Onkuntíð var so væl statt við fólki, at tvey orkestur – unglinga og vaksnamannaorkestur spældu. Vit skulu við hesum eisini nýta høvið at takka tykkum, sum fingu gongd á. Tað var ikki til fánýtis – tað vakti sanniliga ans fyri tónleiki. Hetta hevur verið til gleði og gagns fyri mong.

Konsertin verður skipað soleiðis, at í steðginum bjóðar orkestrið ein heitan munn og køku.

Kostnaðurin fyri tiltakið er kr. 100,-  børn ókeypis.