06.03.2023

Frú Formaður

Um tú vilt frætta tað nýggjasta úr vinnuni, av arbeiðsmarknaðinum og úr politikkinum, og vilt sleppa at flenna, fegnast og fregnast saman við vinkonum, so er at koma í Mentanarhúsið á Altjóða kvinnudegnum 8. mars. Navnframu Vínkúllarnir lata upp í kaféini kl. 18, har verk hjá Lailu Mote skapa eitt spennandi huglag, og so kann tiltakið ‘Frú Formaður’ byrja.

Síðani 2016 hevur fyrst Ribarhús, og síðani Mentanarhúsið í Fuglafirði verður karmur um stórt alment kvinnudagshald 8. mars. Fyrst við fokus á ávísar samfelagsbólkar, so sum korini hjá tilflytarakvinnum, og seinnu árini við meira almenn-samfelagsligum fokus, seinast við heitinum ‘Konubrot og Britubrim’, har orðið Brita varð ognartikið sum heiðursheiti.

Í meira enn 100 ár hava kvinnur havt valrætt, men kortini eru kvinnur framvegis menn, tá tær eru í Løgtinginum. Vit fara at tosa við nývalda løgtingsformannin, Bjørt Samuelsen, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingsmann, sum eisini er limur í formansskapinum í Løgtinginum.

Visti tú, at hóast kvinnur og menn eru nærum líka nógv á arbeiðsmarknaðinum, so tjena menn mundandi meira enn kvinnur? Visti tú, at kvinnur gera meira ólønt arbeiði enn menn, men at tað ikki verður tikið við í almenn hagtøl? Tað fer Rósa Heinesen, Master of Advanced International Studies, at greiða okkum frá.

Menn arbeiða í fiskivinnuni og kvinnur í umsorganarstørvum, men ber til at venda tí? Og hvat er krónuvirði hjá kvinnum á arbeiðsmarknaðinum? Tað spyrja vit Elisabeth Eldevig, reiðara og vinnulívskvinnu, og Óluvu í Gong, forkvinnu í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Steintóra Erhardsdótddir, prestur, fer at hugleiða um kvinnur og átrúnað, Astrið Gullborgardóttir fer at fáa okkum at flenna, meðan Beinta Løwe leiður okkum trygt ígjøgnum kvøldið. Og sjálvsagt fara vit at handa einum konubroti Ársins Britu!

Eitt sera aktuelt og søguligt kvinnutiltak í Fuglafirði 8. mars kl. 20!