01.03.2023

Frú Formaður – 8. mars. altjóða kvinnudagur í Mentanarhúsinum

Frú Formaður

Altjóða kvinnudagurin verður aftur í ár hildin 8. mars í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Kl. 18 letur kaféin upp við leskiligum Britubitum og tølandi víni.

Forkunnug verk frá Lailu Mote eru á veggunum, og løg hjá føroyskum kvinnum floyma úr klaverinum.

Atgongumerkjasølan byrjar her 1. mars á middegi. Atgongumerkini kosta 200 kr.

Dyrnar lata aftur kl. 19.30
Demokratia skipar fyri bussi úr Havnini kl. 18.15. Tað ber til at bíleggja sær pláss við bussinum her.

Á skránni er eitt ressandi innspark, og Beinta Løwe leiðir tvey sofa-kjak: ‘Kvinna kenn títt krónuvirði’ við Rósu Heinesen, Elisabeth Eldevig og Óluvu í Gong; og ‘Tingmaður og kona’ við Bjørt Samuelsen og Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir. Skráin er kryddað við skemti frá Astrið Gullborgardóttir, einum innslagi frá Steintóru Erhardtsdóttir og tónleiki. At enda verður Ársins Brita kosin.

Tiltakið verður sent í KvF áleið kl. 20.30.