Frípláss til dagstovn

Ert tú foreldur, og er tín inntøka lægri enn ein ávís upphædd um árið, kanst tú søkja um frípláss til dagstovn. Sí inntøkustigan á heimasíðuni hjá Almannaráðnum, her.

Frípláss skal søkjast av nýggjum hvørt ár, og freistin at søkja er 1. juli á hvørjum ári. Tú skalt bóka barnið tínum pláss á einum dagstovni, áðrenn tú kanst søkja um frípláss.

 

 

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum – www.samleikin.fo.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn við at trýsta her, og senda hana til info@fuglafjordur.fo.

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika at fylgja við í viðgerðargongdini.