09.10.2019

Frágreiðing um útbyggingina og um 2. byggistig

Fuglafjarðar kommuna hevur gjørt eina heildarætlan, fyri útbygging av Vesturstovu. Ætlanin er deild í tríggjar partar, har fyrsti partur er Stovubygningur í tveimum hæddum, annar partur er 1. Byggistig sum er útbygging til fýra búrúm v.m. og so triði partur er 2. Byggistig, ið er betran av verandi viðurskiftum og veitan og uppsetan av svala.

Arbeiðið ið er í gerð nú, er Stovubygningur og 1. Byggistig.

Stovubygningur

Stovubygningurin verður bygdur omanfrá verandi stovu. Í kjallarinum verður havastova, í erva verður ein hugnalig stova, við sera góðum útsýni í fleiri ættir.

1.      Byggistig

Fevnir um útbygging í tveimum hæddum, á eystursíðuni á Vesturstovu. Í erva verða fýra búrúm við egnum vesi/bað, og ein góð sjónvarpsstova og við góðum útsýni. Frá gongini verður úthurð út til parkeringsplássið eystanfyri, hetta fyri at hava eina trygga rímingarleið.

Ì kjallaranum er eitt stórt rúm undir búrúmunum, har kloakk verður løgd og kjallaragólv verður stoypt. Í hinum partinum undir sjónvarpsstovuni verður eitt veitsluhøli, hetta verður lagt saman við verandi køki í neðra. Her verður pláss til uml. 40 fólk at sita til borðs. Hetta rúm kann brúkast til ymisk endamál, so sum føðingardagar ella tá ið kista skal av Vesturstovu.

2.      Byggistig

Fevnir í høvuðsheitum um betran av arbeiðsumstøðum og betran av gomlum búrúmum.

Tá ið 1. Byggistig er liðugt, verða tað framvegis trý búrúm, ið ikki hava sítt egna vesi/bað, hesi hava eitt felags vesi/bað.

Tvey búrúm skulu í nýggja kjallaran, har verða tað góðar umstøður við vesi/bað. Og tað triðja búrúmið fær “felags vesi/bað” til egna nýtslu.

Í dag er einki starvsfólkarúm, og tí fara starvsfólkini í køkin í steðginum. Skrivstovan er lítil og avsíðis.

Har tvey gomul búrúm vóru, verða skrivstova og starvsfólkarúm gjørd, hesi liggja eisini væl fyri miðskeiðis í bygninginum.

Í ovaru síðu í kjallaranum verða ymisk rúm gjørd, so sum goymsla, lagur, rúm til tøkni/húsavørð og so eitt skolirúm, har starvsfólkini kunna skolda tað ið tørvur er á at skolda.

Til seinast verður svali gjørdur útfrá stovuni í erva, svalin verður samanbygdur við terassuna vestanfyri Vesturstovu, hetta ger at búfólkini frítt kunna fara út á svalan og inn aftur eystanfyri ella øvut.