11.10.2019

FRÁFARINGARLØTA FYRI EVERTI JACOBSEN.

Í sambandi við, at Evert Pauli Andrew Jacobsen gevst fyri aldur í starvi á vegadeildini hjá Fuglafjarðar kommunu, varð hildin ein fráfaringarløta fyri honum í býráðssalinum, har umboð fyri býráðið, hansara starvsfelagar á vegadeildini ígjøgnum mong ár og fólk frá umsitingini vóru til staðar og heilsaðu uppá.
Borgarstjórin førdi fram røðu, har hann mintist aftur á tíðina, har hann starvaðist sama við Everti, sum var Sonna'sa fyrsti starvsfelagi á vegadeildini hjá kommununi í 1996. Býarverkfrøðingurin Pætur Joensen, bar eisini Everti nøkur orð, har hann takkaði fyri sera gott samstarv, har m.a. hugleitt varð um byggingina av Vesturstovu, har Evert átti mangar arbeiðstímar. Somuleiðis bar Evert eisini nøkur orð fram, har hann takkaði fyri gott samstarv.
Fuglafjarðar kommuna ynskir hervið at takka Everti fyri trúgva og góða tænastu í samfull 30 ár.