Fuglafjarðar kommuna hevur í dag fingið fleiri fráboðanir um ógvuslig buldur í samband við spreingingarnar sum vóru um 7-tíðina í morgun.
Vit hava verið í samskifti við arbeiðstakaran Articon um málið. Teir greiða frá, at teir einki óvanligt hava staðfest í samband við spreingingarnar í morgun og málingarnar av ristingum stuðla undir hesum. Gitt verður at jarðfrøðiligur munir í fláunum hava gjørt at upplivingin av spreingingunum kendust ógvusligari.
Kommunan harmast sjálvsagt ampan borgararnir hava av spreingingunum, sum tíbetur skjótt eru komnar á mál.
Á heimasíðuni hjá kommununi sæst hvussu langt er komið við spreingingunum í goymslutunlunum, á hesi leinkjuni Goymslutunlar.