Kunning
Tað skal hervið verða fráboðað, at deildir og stovnar kommununar ikki koma at lata upp alment á vanligan hátt fyrr enn 11. mai 2020. Undantiknir eru sjálvandi ansingarstovnarnir og barnaskúlaskokkarnir 1-3 flokk. Talan er um leingjan av verandi avgerðum, sum tiknar eru og sum grundaðar eru á støðuni viðvíkjandi Corona virus. (Covid 19).
Talan er um hesar stovnar:
- Býráðsskrivstovan
- Bókasavnið. Tó verður tikið móti bíleggingum og verða bøkur leveraðar dagliga millum kl. 15.00 og 16.00.
- Kunningarstovan
- Barnaverndartænastan
- Mentanarhúsið.
- Svimjihøllin
- Tannlæknastovan – barna- og ungdómstannrøktin
- Ítróttar- og samkomuhøllin á Kambsdal
Ruskøkið er opið sum vanligt týsdagar, hósdagar og leygardagar.
Fólk kunnu venda sær til kommununa við at skriva til info@fuglafjordur ella ringja til høvuðstelefonina 66800 ella fartelefon 238001.