testtheme54575
12.04.2018

Fororðini til Bindifestivalin

  • 4
    Shares

Góðu øll somul!

Líka stinn, fjálg og fevnandi, sum fjøllini kring Fuglafjørð hava tær staðið rundan um meg, kvinnurnar, sum hava bundið upp á meg og míni gjøgnum tíðina. Eg eri teimum so inniliga takksom. Havi djúpa virðing fyri teimum, fyri bindingini og fyri tí samleika, mentan og gevaralyndi, bindingin ber við sær. Eisini hugbindur dygdin, hegnið og hugflogið meg stórliga. Í bindingini er tað sjónligt, hvussu aldargomul siðvenja, gott handverk, arbeiðslag og kreativitetur vinna við at stuðla seg at hvørjum øðrum, við at líta frameftir og við at skapa nýtt.

Eg havi hoyrt at binding ella forevnið til binding, nálabinding, kann sporðast heili 8500 ár aftur í tíðina. Havi lati mær fortalt, at man heldur seg hava funnið 30.000 ára gamlar nálir í Russlandi, og at elstu jarnstokkarnir, sum vit vita um, eru um 1500 ára gamlir og eru úr danskari víkingatíð. Handverk og vitan um handverk, er borið frá ættarliði til ættarlið gjøgnum túsundtals og aftur túsundtals av árum. Tað at vera menniskja og tað at skapa og evna til, er ein tætt samantvinnaður veruleiki.

Men lívið og avbjóðingarnar í gerandisdegi okkara broytast støðugt. Eisini her í Fuglafirði. Vit tykjast onkursvegna at standa á einum vegamóti millum ein rúmligan og ein flatan heim. Hetta endurspeglast nógvastaðni í samfelagnum, men serliga tó á útbúgvingarøkinum, har minni og minni pláss verður givið hondunum og kroppinum og alsamt meiri pláss verður sett av á tímatalvuni til eyguni og høvdið. Tað rúmliga og taktila tykist í stóran mun at víkja fyri flatuni og skerminum. Vit flyta okkum, okkara raðfestingar og okkara ungdóm frá “at gera” til “at reflektera”, hóast vælgrundaðar kanningar vísa, hvussu týdningarmikið tað er fyri lærutilgongdina, júst at veksla í millum hesi bæði. Ikki at velja annað fram um hitt, men at finna eina javnvág, har kroppurin, høvdið, eyguni, rúmið, umhvørvið og allir sansirnir eru við í læringini. Kreativar læruáskoðanir taka hædd fyri hesum, men tað tykist trupult at geva hesum veruligan tilverurætt á skúlunum.

Eg luttók á Bindifestivalinum í fjør og lurtaði við stórum áhuga eftir pallborðsfundinum “Kvik høvd og klókar hendur”, ið nam júst við hetta omanfyri. Hóast binding og handverk síggja út til at hava tað gott millum fólkið í dag, tykist samfelagspallurin ella forumið, har vit viðgera orð, tankar og visiónir fyri handverksmentan okkara, í stóran mun at mangla.

Eg frøist tí um, at Bindifestivalurin aftur í ár bjóðar okkum ein tílíkan pall, har javnvágin millum at gera og reflektera er í hásæti - við inspirerandi fyrilestrum, dygdargóðum verkstovum, lekkrum mati, sølutorgi og ikki at minst hugnaligari samveru.

Vælkomin á Bindfestival 2018

Brynhild Næs Petersen

Kvøldskúlaleiðari & Starvsfólk á mentanardeildini hjá
Fuglafjarðar kommunu

---------------------------------------------------------------------------------------------

Kære gæster,

Ligeså standhaftige, varme og omfavnende, som fjeldene rundt omkring Fuglefjord er, har de stået der, kvinderne, som op gennem mit liv har strikket til mig og mine kære. Jeg er dem dybt taknemlig. Jeg har dyb respekt for dem, for strikningen og for den samhørighed, kultur og gavmildhed, som strikningen medbringer. Endvidere fascinerer kvaliteten, håndelaget og kreativiteten mig i høj grad. Igennem strikkekunsten bliver det tydeligt, hvorledes gammel tradition, godt håndværk, behændighed og kreativitet vinder og bliver levende, ved at støtte op om hinanden, ved at fokusere på fremtiden og ved at skabe nyt.

Jeg har fået fortalt at strikning eller forløberen til strikning, nålebinding, kan spores hele 8500 år tilbage i tiden. Jeg har hørt, at man har fundet omkring 30.000 år gamle nåle i Rusland og endvidere, at de ældste jernstrikkepinde er omkring 1500 år gamle og kommer fra dansk vikingetid. Håndværk og viden om håndværk er blevet båret videre fra generation til generation gennem tusinder og atter tusinder af år. Det at være menneske og det at skabe og forme er uløseligt forbundet.

Men vores liv og vores hverdagsudfordringer forandres konstant. Også her i Fuglefjord. Det er, som om vi er nået til en skillevej, som på den ene side fører til en rumlig, taktil tredimensionel verden, og på den anden side leder os til en flad, todimensionel og skærmbaseret realitet. Dette genspejles overalt i vores samfund, men især synes dette tydeligt indenfor uddannelsessektoren, hvor der er mindre og mindre plads til hænderne og kroppen, mens øjnene og hovedet i stigende grad bliver prioriteret på skoleskemaet. Vi flytter os selv, vores prioriteringer og vores ungdom fra “at gøre” til “at reflektere”, på trods af at velbegrundede, internationale undersøgelser har påpeget vigtigheden af, at læreprocesser netop sker i krydsningsfeltet mellem disse. Ikke ved at fremhæve det ene i forhold til det andet, men ved at finde balancen mellem disse to, hvor krop, øjne, sind, rum og alle sanserne bliver tilgodeset. Kreative læringsmetoder tilgodeser dette, men dog har disse svært ved at finde deres eksistensberettigelse i dagens skole.

Jeg havde glæden af at deltage på Strikkefestivalen sidste år, hvor specielt paneldebatten med den omvendte, færøske ordsprogs-titel “Kvik høvd og klókar hendur” / “Hurtige hoveder og kloge hænder” gjorde indtryk. Repræsentanter for flere forskellige håndværksgenrer deltog, og ovenstående problemstilling blev blandt andet diskuteret. Til trods for at strikning og håndværk ser ud til at leve i bedste velgående blandt folk i dag, tyder meget på, at vi i høj grad mangler et offentligt forum, hvor vores håndværkskultur og visioner kan blive debateret og få en stemme.

Derfor er det glædeligt, at Strikkefestivalen endnu engang tilbyder os et sådant forum, hvor balancen mellem “at gøre” og “at reflektere” bliver tilgodeset – med inspirerende foredrag, kvalitetsfyldte workshops, lækker mat, markedsplads og ikke mindst med hyggeligt samvær i godt selskab. Hjertelig velkommen!

Med ønsker om en rigtig god Strikkefestival 2018!

Brynhild Næs Petersen

Aftenskoleleder & Kulturmedarbejder i Fuglafjarðar Kommuna