21.06.2022

Formanskapirnir á Fólkatingi og í Løgtinginum vitja Fuglafjørð.

Í góðveðrinum í dag vitjaðu umboð fyri formansskapirnir á Fólkatingi og i Løgtinginum í Fuglafirði. Talan er um eina vitjan, sum er fyriskipað av formansskapinum í Løgtinginum.

Út yvir at vitja býráðshúsið, har Dávur Juul borgarstjóri bjóðaði gestunum vælkomnum og hevði framløgu um kommununa, so vitjaði ferðalagið eisini Ribarhús, Framherja og Skúla.