10.01.2022

Fólk sett til spennandi ferðavinnuuppgávu í Fuglafirði

Nú eitt nýtt ár er byrjað, fara Fuglafjarðar kommuna og Kunningarstovan í Fuglafirði í gongd við eina verkætlan um at menna ferðavinnuna í Fuglafjarðar kommunu og at gera ein ferðavinnupolitikk fyri øki.

Í fjør søkti kommunan eftir verkætlanarfólki til uppgávuna. Ein setanarbólkur var settur við Jónhild Abrahamsen og Brynhild Næs Petersen fyri kommununa og Jóhan Paula Helgason fyri Visit Faroe Islands. Eftir at hava gjøgnumgingið umsóknirnar og havt samrøður við nakrar umsøkjarar, avgjørdi setanarbólkurin at bjóða Sissal Kj. Kristiansen uppgávuna. Sissal, sum er cand.merc., hevur arbeitt við marknaðarføring, strategi og samskifti í fleiri ár. Seinnu árini hevur hon arbeitt sum sjálvstøðugur ráðgevi við størri og smærri verkætlanum, bæði innan ferðavinnu og strategi á ymsum økjum og hevur tí royndir og eitt stórt netverk á hesum økjum. Sissal er sera góð við Fuglafjørð og øki, tí umframt at hava ættarbond til Fuglafjarðar, hevur hon í mong ár eisini undirvíst á Kambsdali, og hon hevur verið nógv í Fuglafirði í øllum uppvøksturinum.

Sissal er longu farin til verka, og er spent uppá stóru uppgávuna. Kommunan er eisini spent uppá úrslitið. Grundarlag fyri ferðavinnuni er til staðar við vøkru náttúruni, hugnaliga býnum, væl varda fjørðinum og skapandi fólkinum, umframt øllum teim stovnum og støðum, sum eru ella kunnu blíva virknir viðleikarar í ferðavinnuni.

Í samband við uppgávuna ynskir Sissal at hoyra frá borgarum í kommununi. Hetta verður gjørt við skipaðum samrøðum, men fyri at røkka so mongum sum til ber, verður talgilt spurnarblað gjørt, sum hon vónar at borgarar í kommununi vilja svara. Vit vóna sjálvsagt, at borgarar í kommununi taka væl ímóti Sissal og uppgávuni, hon er farin undir, og vilja tí eggja øllum til at svara spurnarblaðnum, sum tit fara at fáa atgongd til í næstum. Liggur ikki fyri at svara talgilt, ber til at fáa spurnarblaðið á bókasavninum.