25.11.2019

Fólk í aldrinum 60 til 67 ár í Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu fáa nú møguleika at venja sjálvsvenjing.

Nánd hevur eitt tilboð, ið nevnist sjálvsvenjing. Hetta er eitt venjingartilboð, ið gevur eldri fólkum í aldrinum 67 ár ella yvir møguleika “at fremja egið fyribyrgjandi átak, so tey kunnu hava eitt sunt og virkið lív”. 

Stýrið fyri Nánd hevur samtykt at víðka hetta tilboð til, at fólk í aldrinum 60 til 67 ár eisini fáa møguleika fyri at koma til sjálvsvenjing. Tilboðið er fyri borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.

Í venjingarhølinum í Leirvík eru ymisk venjingartól, har fólk kunnu venja. Borgarar í aldrinum 60 til 67 ár kunnu koma til sjálvsvenjing í Leirvík hesar tíðir:

Mánadag og mikudag                                            kl. 17.00 til 22.00

Týsdag, hósdag og fríggjadag                               kl. 19.00 til 22.00

Tilboðið byrjar týsdagin tann 26. novembur kl. 19.00, tá fysioterapeutur er til staðar frá kl. 19.00 til 20.00 og vegleiðir um nýtslu av tólunum. Fysioterapeutur er eisini til staðar hósdagin 28. novembur frá kl. 19.00 til 20.00. Borgarar í aldrinum 67 ár og eldri venja sum vanligt fyrrapart.

Nánd frøist um, at borgarar í aldrinum 60 til 67 ár nú eisini hava fingið møguleika fyri at venja, og gleðir seg til at síggja hesar møta fjølment.

Vinarliga/best regards

Kristina T. Larsen, leiðari

Tel:  +298 73 02 04

Mail: kristina@eystur.fo