23.11.2020

Fokus á demensøkið

At vera um borgarar við demenssjúku krevur serligar førleikar hjá starvsfólkunum. Tí hevur Nánd sett sjóneykuna á hetta týdningarmikla evnið og raðfest at menna hesar førleikar hjá starvsfólkunum.

Trý starvsfólk taka í løtuni útbúgving sum demenssamskiparar og 17 starvsfólk hava luttikið á skeiði um demens. Í seinastu viku var skipað fyri hugnaløtu og undirvísing um demens fyri øllum starvsfólkum í Nánd. Marjun Restorff, leiðari á Demensklinikkini, undirvísti í demenssjúku, viðgerð og demensvinarligari røkt. Fríða J. Højbro, Lis Zachariassen og Marianna Hansen, demenssamskiparar, løgdu fram um: ”Hvussu kunnu vit sum starvsfólk stuðla teimum avvarðandi at varðveita ella styrkja sambandi við mammu síð, ið hevur Alzheimer og er flutt á røktarheim”. Tær endaðu við einum rolluspælið, sum so sera væl lýsti týdningin av, at starvsfólk stuðla teimum  avvarðandi, sum eru ein týðandi partur í røktini.

Felagssangur og skemt vóru eisini á skránni. Eldrasambýlini Vesturstova, Giljagarður og Gøtubrá umframt Doktarahúsið borðreiddu við fruktføtum og ymiskum leskiligum. Løturnar endaðu við einum góðum døgverða frá Somvang food á Strondum.