03.05.2021

FM Í SKÚLATELVING

FM Í SKÚLATELVING

Týsmorgunin 4. mai og mikumorgunin 5. mai kl. 9.30 til umleið kl. 13.00 verður Mentanarhúsið karmur um fyrstu undankapping í FM í skúlatalvi. Tað er Helgi Dam Ziska sum saman við námi, sum skipa fyri.

FM í skúlatelving er í tveimum aldursbólkum. Í yngra bólkinum kappast 3.-4. flokkur, og í eldra bólkinum kappast 5.-10. flokkur.

Undankappingarnar eru býttar á øki, soleiðis at skúlar í Eysturoynni og Norðoyggjum telva í aðrari undankappingini, og skúlar í Streymoynni og sunnanfyri/vestanfyri telva í hinari. Fremstu trý liðini frá hvørjari undankapping hittast síðan til finalukapping.

Tíðarætlanin sær soleiðis út:

  1. mai í Fuglafirði: 3.-4. flokkar í norður-eystur Føroyum telva undankapping
  2. mai í Fuglafirði: 5.-10. flokkar í norður-eystur Føroyum telva undankapping
  3. mai á Giljanesi: 3.-4. flokkar í suður-vesturFøroyum telva undankapping
  4. mai á Giljanesi: 5.-10. flokkar í suður-vestur Føroyum telva undankapping
  1. mai í Tórshavn: 3.-4. flokkar telva finalukapping
  2. mai í Tórshavn: 5.-10. flokkar telva finalukapping

 

Kappingarnar verða sum vant skipaðar sum liðkappingar við seks næmingum á hvørjum liði.

Reglurnar eru hesar: - Hvør skúli kann melda upp til átta lið til hvørja kapping. - Seks næmingar manna hvørt liðið hvørt umfar. Eitt lið kann tó hava upp til tveir útskiftarar. - Telvað verða fimm umfør við klokku, har næmingarnir hava 10 minuttir í part til talvið. - Ein leikur er endaligur, tá ið talvfólkið er slept. Er fólkið slept, stendur leikurin við, sama um klokkan er trýst niður ella ikki. Um fólkið ikki er slept, kann leikurin hinvegin takast aftur. Vit telva ikki við, at nortið fólk skal flytast. Fremstu trý liðini í hvørjari kapping fáa heiðursmerki.