17.12.2020

Floymandi jólatónar í Fuglafirði

Tó at tvey tiltak verða avlýst, er eitt annað komið á skrá! Gleðið tykkum til sunnudagin 20. desember, tó jólaligir tónar, hóast korona, floyma yvir Fuglafjørð!

Nú nýggjastu tilmælini gera, at ongar størri konsertir kunnu vera uppundir jól, ávirkar tað m.a. ársins jólakonsert í Mentanarhúsinum, sum nógv annars høvdu glett seg so sera nógv til! Ætlanin var jú, at Lena, Greta og Marius – eftirnøvn óneyðug! – saman við einum brakandi góðum bólki, skuldu spæla í Mentanarhúsinum fríggjakvøldið. Eisini í Ribarhúsi var ein hugnalig jólakonsert á skránni leygarkvøldið við GuðrunSólju og Janus Kampmann, sum fólk eisini gleddu seg til. Men við nýggju, herdu tilmælunum er avgjørt at avlýsa konsertinar báðar!

Men fellið ikki í fátt og verið ikki stúrin, tí eisini í hesi sælu jólatíð finna vit uppá ráð! Vit tríva aftur í Earth Hour loysnina, og fáa tónarnar at ljóma um allan Fuglafjørð! Ikki er neyðugt at koma inn um gátt, tað ber til at sita heima og njóta tónarnar, um tit lata vindeyguni upp, ella at njóta tónleikin, meðan tit ordna tær seinastu jólagávurnar og hugna tykkum í býnum við familju og vinum. Her ber til at vera saman hvør sær í frástøðu – eisini hjá teimum, sum júst eru komin heim – og at koma í rætta jólahýrin við livandi tónleiki.

Tað kundi hentze, at hetta verður ein tvífalt so góð løta, sum seinast, tí vit fáa ikki ‘bara’ framúrskarandi tónleikaran, Johan Hentze, men eisini beiggjan, hin líka framúrskarandi tónleikaran Rúna Hentze, at spæla jólatónar – friðsælt, hugvekjandi, sorgblítt, lætt, ja alt tað, sum jólaløg kunnu vera. Tónarnir fara at floyma av Mentanartorginum um bygdalag og fjallasíðu, ja kanska enntá út á Fuglafjørðin!

Ætlanin er, at konsertin verður hildin sunnudagin 20. desember í løtum frá kl. 15 – 17. Um veðrið ikki verður til vildar, verður konsertin tollaksmessudag 23. desember somu tíð. Báðir dagarnir síggja út til at bjóða rætta veðrið, men ilt er at siga so leingi frammanundan. Góðu handlarnir og kaffistovan í Ribarhúsi hava leingi opið, so tað ber til at fáa enn meira burturúr hesa løtuna. Hyggið inn á facebook tiltakið ‘Floymandi jólatónar’ har møguligar broytingar verða lýstar, alt eftir hvat veðrið hevur at bjóða.