26.04.2022

Flaggdagsrøðan

Hóast veðrið argaði eitt sindur við sirmi og surki akkurát tann tíman, haldið var í Miðstaðarlundini, so var bæði hugnaligt og gott lag á fólki. Sum vanligt var tað Fuglafjarðar hornorkestur sum skipaði fyri haldinum. Tey spældu nøkur vælljómandi løg og Ólavur Larsen, býráðslimur helt røðu. Skótarnir settu dám á og høvdu eisini Hjallin opnan til høvið, Ellisakfør koyrdu biltúr, ÍF-kappróður flotaðu bátarnar og høvdu opið neyst, Piddasa handil og lúkukafein vóru opin og nógv fólk vóru eisini komin í Gallerí Ribarhús fyri at hyggja at árligu kvøldskúlaframsýningini, sum endaði við fittligum klaverframførslum.

Stóra takk fyri ein hugnaligan dag øll somul, bæði øll tit, sum skipaðu fyri og tit sum vóru gestir.

Her niðanfyri er røðan sum Ólavur Larsen, helt í Miðstaðarlundini.

----

Góðu fuglfirðingar og góðu gestir!

Tað er við gleði og stoltleika, at standa í hesi fantastisku miðstaðarlundini í míni vøkru heimbygd, Fuglafirði, her í dag, á sjálvum Flaggdegnum, tann 25. apríl. Í tí sambandi, vil eg gjarna takka Hornorkestrinum fyri álit og áheitan, um at halda Flaggdagsrøðuna í Fuglafirði 2022.

 

Eg ætlaði ikki at tosa so nógv um studentarnar Jens Olivur Lisberg, Paula Dahl og Janus Øssurson, sum vóru teir tríggir, ið sniðgóvu, teknaðu og liðugtgjørdu Merkið í 1919, men vit mugu ikki gloyma søguna, tí má eg líka nevna teir og bera teimum eina stóra tøkk fyri, at teir fingu sínar tankar til veruleika og høvdu dirvið at ganga á odda, við at geva okkum øllum ein samleika. Hesin samleikin, Merkið, hevur hildi okkum saman ígjøgnum baldruttar, og ikki minst, góðar tíðir, og hevur gjørt, at vit øll hava staðið saman øksl í øksl, tá tað hevur verið neyðugt.

 

Tað er hesin samleikin, sum eg gjarna vil viðgerða í dag. Kenslan av at føla seg sum part av onkrum størri, kenslan av samanhaldi og kenslan av at føla stoltleikan av sínum samleika inn á bein.

 

Vit eru bert smá 54.000 fólk í Føroyum og eru allarhelst nøkur 10.000 afturat úti í stóru verð, sum við stoltleika kalla seg sjálvi fyri føroyingar, so tað er nakað heilt serligt at vera føroyingur í einum heimið uppá smáar 8 milliardir fólk í alt. Vit standa eisini sera væl saman sum ein eind, tá vit standa yvirfyri hægri maktum, øðrum tjóðum og vera trýst uttanífrá. Eg kann taka eitt dømi sum er næstan 100-ára gamalt, har Merkið enn ikki var viðurkent av dønum. Í 1930 kundu íslendingar hátíðarhalda 1000-ára dagin hjá Altinginum, og í tí sambandi var danski statsministarin, Thorvald Stauning, í Íslandi. Tá hann sá at Merkið blaktraði á húnarhátti millum hini fløggini, segði hann hesi kendu orðini: ”Fjern den klud”. Hetta hevur heilt sikkurt sett síni spor millum føroyingar tá og hevur heilt sikkurt eisini fingið blóðið upp á kók hjá onkrum, og alt í alt hevur hetta fingið eina heilt serliga tjóðskaparkenslu í flest allar føroyingar. 10 ár seinni, góvu bretar boð um, at teir viðurkendu Merkið sum tjóðarflaggi føroyinga, og 8 ár seinni aftur, tann 1. apríl 1948 var Merkið viðurkent av dønum. Tað vil siga, at tað vóru bert 18 ár millum at harra Stauning kallaði Merkið fyri ein klút og bað um at fáa hann fjernaðan, til sami klútur var viðurkendur sum tjóðarflagg fyri allar føroyingar. 18 ár ljóðar kanska ikki lítið, men tá man hevur megna tað, so hevur tað verið ein sterkur vilji av eini samlaðari tjóð, sum inniliga hevur ynskt hetta – ella hevði tað ikki gingið.

 

Um vit so førka okkum yvir á ítróttin, so kunnu vit ikki koma uttanum øll tey djørvu ítróttarfólkini, sum hava givið okkum kempi upplivingar, klumpar í hálsin og sorgar- og gleðistár av berum stoltleika. Man følir seg veruliga sum ein part av onkrum størri, sum eina samlaða eind, har vit øll standa aftanfyri og stuðla uppundir, tá okkara djørvu ítróttarfólk geva alt ímóti stórum tjóðum kring allan heimin. Eg kann nevna onkur dømi, har klumparnir allarhelst hava verið størri enn vanligt, so sum Føroyar og Eysturríki í Landskrona í 1990, har Torkil Nielsen skoraði sigursmálið til 1-0 í fyrsta altjóða dysti hjá føroyska fótbóltslandsliðnum hjá monnum, tá Pál Joensen breyt ígjøgnum ímóti heimselituni í svimjing, fyrst sum juniormeistari í Beograd í 2008 og seinni vann sær í alt 5 heiðursmerkið í EM og HM, og so má eg nevna Sverra Sandberg Nielsen, sum vann HM gull í singlesculler í 2020 og var eitt hanagloyv frá at vinna sær eitt OL heiðursmerkið í Tokyo í 2021 – tað hevði verið ómetaliga stórt. Til seinast má eg nevna hondbóltin í Føroyum, sum tekur seg fram við risafetum í løtuni, tað fer heilt vist at vera heilt ófatuliga spennandi at fylgja tey næstu árini. Tá hesar løturnar eru, tá standa vit øll saman og royna at bera okkara tjóð á mál – og tað er heilt fantastiskt at føla seg vera partur av hesum, sjálvt um vit ikki beinleiðis kenna hesi fólkini. Vit føla okkum sum ein eind, sum ein tjóð og sum ein samlaður flokkur.

 

Góðu áhoyrarar!

 

Um vit so yvirføra hetta við tjóðskaparkensluni yvir til lokalkensluna, so føli eg tíverri ikki sama neista millum okkum fuglfirðingar. Eg veit ikki hví hetta er so, men vit mugu byrja at hyggja inneftir og fáa hendan lokala stoltleikan í Fuglafirði til at vera nakað serligt. Tað arbeiði eigur at byrja í býráðnum, har vit í nógv ár hava havt eina samgongu og eina andstøðu, sum í mínari verð, ikki gevur nakra meining yvirhøvur. Vit eru góð 1.600 fólk og mugu øll somul lyfta í felag, fyri at flyta okkara kommunu fram á leið. Einki annað gevur nakra meining og elvir bara til klandur. Býráðið eigur at ganga á odda og vísa vegin, og tað ger tað als ikki, við at tvídeila býráðið. So er tað sagt. Síðani eiga vit at upparbeiða ein púra greiðan samleika, sum vit øll somul kunnu vera knall hamrandi stolt av, so vit øll koma at standa saman øksl í øksl og byggja hesa kommununa upp saman. Um tað er ÍF flogbóltur, fótbóltur, FLOG, Erla Kongsdóttir, Ellisakfør ella sjálv kommunan, so eiga vit at standa saman um tað sum vit hava og við stoltleika siga, at hatta eri eg partur av sum fuglfirðingur og tað eri eg stoltur av.

 

Vit hava eitt heilt serligt DNA í Fuglafirði, har vit hava eina rúgvu av innovativum, kreativum og skapandi typum, eisini hava vit óluksáliga røsk arbeiðsfólk og so hava vit nakað heilt serligt tá tað kemur til at skapa vøkstur í vinnuni, men onkursvegna mangla vit felagskensluna og vit eru nógv for fitt av okkum. Vit mugu stinga høvdini saman, spíska okkara albogar og seta dagsskránna her í landinum. Tað kann ikki vera rætt, at Tórshavn, Klaksvík og Runavík skulu avgerða alt í hesum landinum, saman við Sandoynni og Suðuroynni. Vit mugu duga nógv betri bæði lokal- og landspolitiskt, at vísa okkum fram og krevja okkara rættindi á nógvum økjum. Vit kunnu ikki bara blíva við at standa á síðulinjuni og bíða eftir okkara møguleika, vit mugu binda okkum saman sum ein eind, trýsta bringuna fram, býta tennirnar saman og bjóða restina av landinum upp til dans.

 

Tá tað er sagt, so má eg eisini siga, at vit búgva í einari perlu, sum hevur nakað heilt serligt framum flest allar býir í heiminum. Vit hava ein heilt serligan nærleika í Fuglafirði, vit hava karmar útyvir tað vanliga við væl skipaðum kirkju- og samkomulívið, einum fantastiskum Mentanarhúsið, einum spildurnýggjum barnaskúla, einum spildurnýggjum ítróttarhúsið, einum nýumvældum ellisheimið, trimum sera góðum dagstovnum og so hava vit nógv tað størsta útboðið av frítíðaraktivitetum í landinum og mangt, mangt annað. Eisini hava vit yvir 1.000 arbeiðspláss í kommununi. Hetta hava fuglfirðingar skapt ígjøgnum nógv, nógv ár og vit hava nógv at vera errin av sum fuglfirðingar, vit mugu bara duga betri at standa saman sum ein samla lokal eind og ikki sum 50 ymsar eindir.

 

Mín vón er, at vit kunnu fáa ein felags samleika, har allir fuglfirðingar kunnu standa betri saman og verja borg sum ein samla eind, óansæð hvørjum samanhangi tað er í! Tann dagin fái eg ein klump í hálsin av berum stoltleika sum fuglfirðingur – eg vóni at tað verður skjótt.

 

Áheitan til øll um at hugsa seg eina ferð eyka um, áðrenn okkurt verður lagt út á sosialar miðlar og um tað viðvíkjur kommununa, so at ringja ella skriva til kommunuskrivstovuna.

 

Eg fari at enda hesa røðu við fyrstu og triðju linju í væl kenda EM’arinum hjá Terja Rasmussen, sum er sera simpult, men beinrakið:

Hvít sum kavi, blá sum havi, reyð sum blóðið, tað eru vit

Fá vit eru, men tó vit kunnu, standa saman her og nú

Góðan flaggdag, øll somul!