26.04.2024

Flaggdagsrøða, ið Jákup Dahl helt í Fuglafirði, 25. Apríl 2024

Góðu skótar, góðu limir í Fuglafjarðar hornorkestri, góðu fuglfirðingar, góðu gestir!

 Tað er 24. apríl, 2024. Klokkan er júst farin av hálvgum átta hetta vakra mikukvøldið. 9 ára gamla Oda stendur í náttklæðum framman fyri speglið á vesinum og bustar tenn, sjálvt um hon heldur tað er órættvíst, at hon skal í song samstundis sum hennara 1 ára gamli lítlibeiggi. Og so er tað eisini alt ov ljóst til at fara í song.

Tað hjálpir eitt sindur uppá lagið, at pápin hevur lovað at lesa heili 3 søgur úr bókini “Góðanáttsøgur til rebelskar gentur”: 100 søgur um kvinnuhetjur, bæði deyðar og núlivandi, sum hava sett sín dám á heimssøguna, m.a. í politikki, bókmentum og ítrótti. Í kvøld skal tað snúgva seg um Eleanor Roosevelt, Agatha Christie og Steffi Graf. Oda hoyrir um hesar kvinnurnar, sum á hvør sín hátt hava víst dirvi, styrki, skapanargávur og støðufesti. Felags fyri nógvar av søgunum er, at tað mangan ikki er so lætt at koma á mál, og at summi ting eru verd at kempa fyri.

Sjálvur havi eg ikki fingið lisið nakra góðanáttsøgu um rebelskar drongir, tá eg var lítil. Tað var kanska ikki neyðugt, tí vit vóru jú nakrir rebelskir drongir, sum vuksu upp á dalinum. Ella ja, kanska tað ikki er so rebelskt allíkavæl, tí mann jú gekk í munkaflokkinum í Fuglafjarðar skúla. Fyrsti bústaðurin var á Bug, áðrenn vit fluttu til Kambsdalar í 1986. Tað er altíð stuttligt at koma aftur á gamlar barnagøtur, at hitta gamlar vinir og kenningar. Tað er eisini stuttligt at síggja menningina í bygdini, sjálvt um fólkini ikki broytast munandi. Serliga errin kann eg sum sjónleikari gerast av at síggja allar sangleikirnar, sum verða settir upp ár eftir ári. Tað er ikki bara eg, sum eri ovfarin av tí høga støði, sum hesir leikir eru á - Drotning Margretha var eisini ovfarin, tá hon vitjaði bygdina og sá ein part av Lion King, sum ein fjøltáttaður Fuglafjarðar skúli framførdi fyri henni. Tað var eisini ein heiður fyri meg at sleppa at vera borðstjóri við døgurðan í Mentanarhúsinum tá. Eg vænti, at hon enn er ávirkað av vitjanini her, tí tað sigst, at hvørja ferð hon heilsar uppá Fríðrík kong, sigur hon bara “sjáaaaalvur”.

Taka vit dagin í dag, 25. apríl 2024, hvørjar eru so søgurnar vit hava hoyrt gjøgnum dagin og seinastu vikurnar? Tað er ósemja um, hvar Tjóðleikhúsið skal liggja, júst sum tað eisini er ósemja um, hvar ein kirkja á Argjum skal liggja. Vit eru heldur ikki samd, um vit skulu hava ein nýggjan flogvøll á Glyvursnesi. Tað verður mótmælt fyri rættinum hjá ófødda barninum ella rættinum hjá kvinnuni at ráða yvir egnum kroppi, alt ann uppá, hvønn veg mann vendir tí. Tað eru nógv viðurskifti, sum vit ikki eru samd um.

Hans Andrias Djurhuus skrivaði á sinni: Saman at standa, var ei okkum givið. At sundurlyndið onkursvegna er okkum íborið og at vit føroyingar ikki megna at semjast um nakað.

At vera ósamd er í sjálvum sær ikki keðiligt. Tað trýstir okkum at hugsa kritiskt og síggja fleiri sjónarmið. Tað kann vera við til at bøta um okkara egnu argumentir og fremja eina meira nágreiniliga fatan av málinum. At vera ósamd kann eisini føra til kreativa hugsan og nýmenning. Tá fólk bjóða hugsanunum hjá hvørjum øðrum av, kann tað leiða til nýggjar loysnir og batar, sum ikki høvdu tikið seg upp í hugsanarhátti, sum bara er einsháttaður.

Tó er tíverri eitt rák, at hendan ósemjan ikki altíð er líka konstruktiv og virðilig. Eitt nú á sosialu miðlum síggja vit fólk leggja eftir hvørjum øðrum, heldur enn at halda seg til evnið.

Enntá á tingsins røðarapalli hava fleiri politikkarar torført við at vera virðiligir, tá tað kemur til trupul politisk mál. Mong eru tey, sum ikki lurta við tí endamálið at skilja; tey lurta við tí endamálið at svara aftur.

Vit kunnu eisini taka tað, sum vit eru savnað um her í dag. Tað hevði eisini stórt stríð og ósemjur við sær, áðrenn tjóðarflagg føroyinga varð viðurkent í 1940. Tað var ikki bert eitt stríð við umheimin, men eisini innanhýsis høvdu vit torført við at semjast um flaggspurningin. Eg trúgvi enntá, at føroysku studentarnir í Keypmannahavn høvdu sínar ósemjur, tá teir arbeiddu við at fáa eitt nýtt, føroyskt flagg, bæði tá umræður litir, navn o.s.fr.

Í dag eru vit samd og standa saman um okkara flagg. Vit eiga tað øll, uttan mun til, hvørji vit eru og hvørjar meiningar, vit hava. Eg dugi ikki at ímynda mær nakað, sum savnar tjóðina so væl sum Merkið. Eitt gott dømi sóu vit, tá fleiri túsundtals føroyingar savnaðust í Berlin fyri at stuðla hondbóltsmonnum okkara á teirra hondsbóltsævintýri. Fá vóru tey, sum ikki vórðu rørd og stolt, tá tjóðsangurin rungaði í Mercedes-Benz arenaini í Berlin, og har veittraði Merkið, sum eisini var at síggja allastaðni millum áskoðararnar. Samanhaldið, tjóðskaparrørslan og stoltleikin í hásæti. Sagt var frá túrinum, at har var eingin ósemja, einki klandur, tí vit stóðu saman um eitt felags mál.

Hetta er kanska ein áminning um, at hóast vit kunnu vera ósamd um nógv samfelagsmál, so ber eisini til at sameina aftur og byggja brýr. So orðini hjá Hans Andreasi um, at tað ikki var okkum givið at standa saman, kunnu broytast til, at tað ber eisini til at standa saman.

Eitt flagg er nógv meira enn litaði dúkurin, ið blaktrar í vindinum. Eitt flagg er eitt symbol – ein ímynd -  ið  umboðar ymisk virði. Tað eru hesi virðini, ið ofta kunnu kveikja sterkar kenslur hjá okkum, positivar og negativar. Fløgg kunnu tí eisini hava eginleikan at skilja okkum. Eg kann t.d. nevna eitt ælabogaflagg, sum vit javnan síggja flagga í Føroyum. Hóast vøkru litirnar, so eru vit ikki samd um tað, sum ælabogaflaggið umboðar.

Fløgg, sum umboða lond langt burturi, hava eisini víst seg at skapa gjáir í Føroyum. Millum annað tvey fløgg úr Miðeystri - ísraelska flaggið og palestinensiska flaggið. Summir føroyingar kalla seg ísraelsvinir og stuðla teimum fult og fast. Onnur flagga fyri friðið yvir Palestina og biðja føroyingar lata eyguni upp fyri ræðuleikunum, sum ganga fyri seg.

Tað undrar meg, at vit nærum kappast um at halda, hvør er verri at kríggjast.

Hví flagga vit ikki fyri friði sum heild? Hví taka okkurt land fram um nakað annað?
Tá vit síggja Merkið, kenna vit tilknýti og stoltleika. Tað minnir okkum um okkara felags søgu, okkara mentan og tær hugsjónir, vit stremba eftir. Tað er ein kelda til tjóðskaparkenslu og felagsskap, ein ímynd um okkara eind og styrki.

Men tá vit síggja onnur fløgg, er okkara atburður ofta litaður av teimum søgunum, sum knýta seg til hesi lond. Taka vit t.d. russiska flaggið; fyri nøkur kann hetta vekja tankar um stríð og ágang, meðan ukrainska flaggið í hesum døgum verður sæð sum eitt symbol fyri mótstøðu og tørvinum fyri altjóða samstarvi og stuðuli. Tað fær meg eisini at hugsa um: Hvat munnu útlendingar hugsa, tá tey síggja okkara Merki?

Hesin munurin í áskoðanum bjóðar okkum av at hugsa um, hvussu vit kunnu fara út um okkara fordómar og arbeiða fram ímóti einari betri fatan og virðing fyri øllum tjóðum og menniskjansligari tign. Gamaní koma vit frá ymiskum tjóðum, men vit mugu ikki gloyma, at vit øll eru heimsborgarar. Sum rithøvundurin H.G. Wells so væl segði tað, so er okkara sanni tjóðskapur mannaættin. Hetta er ikki bert ein áheitan til at endurhugsa okkara tjóðarsamleikar, men eisini at endurhugsa, hvussu vit síggja aðrar tjóðir og teirra fólk.

Hvar verða vit best mint á, at fløgg og landamørk eru menniskjaskapt? Hvar síggja vit, at okkara sanni tjóðskapur er mannaættin – at vit øll eru heimsborgarar fyrst og fremst? Úr rúmdini sjálvandi! Tað var ein søgulig løta, tá vit í ár sóu flottu myndirnar av Merkinum og slipsinum hjá Williami Heinesen sveima í vektloysi 400 km uppi yvir Jørðini á altjóða rúmdarstøðuni. Tað er løgið, at nærum øll lond í heiminum samstarva í rúmdini, men á Jørðini hava vit trupult við at liva saman í friði og náðum.

Lat okkum brúka litirnar í ymisku fløggunum, ikki sum landamørk, sum skilja okkum, men sum litfagrar brýr, sum kunnu leiða okkum saman. Við at viðurkenna, at hvør litur í hvørjum flaggi hevur sín egna vakurleika og virði, kunnu vit byrja at byggja ein heim, har virðing, sátt og semja ganga tvørturum landamørk.

Lat okkum enda aftur her í heimsins nalva í Fuglafirði. Gamaní eru eisini viðurskifti gjøgnum tíðina, vit hava verið ósamd um í Fuglafirði, men tíbetur er tað meira, sum savnar okkum. Ítróttafelagið ÍF hava vit øll trý systkini havt stóra gleði av. Systir mín Beinta megnaði enntá at blíva føroyameistari við kvinnum. Fuglafjarðar hornorkestur hevur eisini havt nógv at siga fyri familju mína og er altíð við til at savna bygdina.....Spælir tú ikki horn, Jákup? Nei, tað geri eg ikki! Tá ið eg ikki sum systkinini kundi gera meg galdandi í hornblástri, so mátti eg upp á ein pall at fáa mær eitt sindur av uppmerksemi.

Og so er hetta ikki minst ein bygd, sum er ein listamiðdepil við øllum sínum listafólkum. Eg havi hug at nevna 3 persónar, sum bygdin hevur mist innan fyri síðstu 2 árini. Niels Midjord, Frits Johannesen og Áku Petersen. Allir persónar, sum hava lært meg nógv og sum umboðaðu so nógv týdningarmikið í bygdaumhvørvinum her. Áku leiddi okkum unglingar hjá ÍF í steypafinaluna. Tá sungu vit tjóðsangin undir Merkinum á Tórsvølli. Ein góður venjari, sum varð lagdur til hvíldar í gjár...... – Niels, Frits og Áku – allir tríggir høvdu teir tað til felags – at vera savnandi.

Aftur til 9 ára gomlu Odu, sum er á veg í song. Hvat vaknar hon upp til í morgin? Vónandi til ein heim, har samhugi, samkensla og semja er ein størri partur av dagligdegnum. Møguliga verður hon rebelsk - tað skulu vit vera viðhvørt, um vit vilja broyta okkurt til tað betra.

Eftir sum tað er flaggdagur í dag, so fær hon kanska eina eyka søgu um Emil Joensen, Jens Olivur Lisberg, Janus Øssursson og Paula Dahl, langommubeiggja sín. Nakrir ungir studentar í Keypmannahavn, sum máttu vera eitt sindur rebelskir, so vit í dag kunnu hátíðarhalda flaggdagin.

Eg fari at ynskja tykkum øllum ein góðan flaggdag. Takk fyri, at tit lýddu á!