Sunnudagin kl. 14.00 verður flaggdagshald á torginum við Mentanarhúsið. Fuglafjarðar hornorkestur spælir og Jógvan Dahl heldur røðu.
Í morgin er eisini seinasti dagur at árliga framsýningin av næmingaarbeiðum hjá Fuglafjarðar Kvøldskúla er opin í Gallerí Ribarhús.
Í morgin, sunnudagin 25. apríl er opið kl. 14.00 til 18.00. Kl. 17.00 framføra tey, ið hava gingið til harmonikusamanspæl.
Lúkukaffi og Piddasahandil við heimavirkaðum vørum eru eisini opin í sambandi við framsýningina.
Vælkomin