Fuglafjarðar kommuna skal hava nýggjan fíggjarleiðara. Talan er um eitt fjølbroytt starv á ovastu rók í kommunalu fyrisitingini.
Fíggjarleiðarin hevur ábyrgdina av fíggjardeildini, sum inniber at bókhald, fíggjarviðurskifti og lønarviðurskifti verða røkt soleiðis, at tað til eina og hvørja tíð er ein greið lýsing tøk av fíggjarstøðuni hjá kommununi. Harumframt hevur fíggjarleiðarin ábyrgdina av journaliseringini og móttøkuni hjá Fuglafjarðar kommunu.
Í løtuni starvast fýra fólk á deildini, og fíggjarleiðarin hevur fakligu- og leiðsluligu ábyrgdina av deildini. Umframt at skipa dagliga arbeiðið, og at tryggja at mannagongdir verða fylgdar, skalt tú sum leiðari gera greiningar, hagtøl og tilfar til politikarar, í neyvum samstarvi við kommunustjóran og hinar leiðararnar í umsitingini.
Hevur tú hesar førleikar, so ert tú rætti persónurin!
Fakligir førleikar
• Viðkomandi hægri útbúgving innan roknskap, bókhald og fíggjarstýring
• Viðkomandi leiðsluroyndir og leiðsluvitan
• Dugir fíggjarliga handverkið innan kommunala og/ella almenna geiran
• Góðan telduførleika og hollar royndir í at arbeiða við Navision og journalskipan
Leiðsluførleikar
• Sterkur og loyalur leiðari við góðum evnum at leiða
• Dugir at leiða saman við borgarstjóranum og kommunustjóranum
• Strategiskt og fíggjarligt skilvísi
• Dugir at ráðgeva fíggjarliga skynsamt í mun íløgur og rakstur
• Hevur áhuga í, og sær týdningin av, at halda tíðarfreistir og evstumørk
Persónligir førleikar
• Góðar menniskjaligar eginleikar, trívist saman við øðrum og hevur góðan løtuans
• Góð samstarvsevni og vísir øðrum álit og virðing
• Góð evni at samskifta við starvsfólk, politikarar og aðrar lyklapersónar
• Framskygni, virkisfýsni og eldhugi eyðkenna teg sum persón
Løn og setan
Miðað verður eftir at starvið kann verða sett frá 1. juli 2022, ella skjótast til ber. Starvið sum fíggjarleiðari verður lønt sambært sáttmála millum KAF og BLF, AKF ella Starvsfelagið.
Umsókn og upplýsingar
Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast við telduposti til: davur@fuglafjordur.fo. Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. mai 2022 kl. 12:00.
Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Dáva Juul, borgarstjóra á tlf. 238077.