Eitt samt býráð í Fuglafjarðar kommunu, samtykti á fundi hóskvøldið 24. november 2022 við 2. viðgerð fíggjarætlanina fyri 2023. Tilgongdin hevur verið, at karmarnir vóru lagdir 29. September 2022, 1. viðgerð var 10. November, síðani hava nevndarviðgerðir og temadagar verið hildnir, áðrenn endaligu samtyktina 24.november.
Skattaprosentið og barnafrádrátturin í Fuglafjarðar kommunu verður óbroytt, ávikavist 21,25% og 7.500 kr.
Samlaða fíggjarætlanin í 2023 javnvigar við 135, 7 mió. kr. í 2023 ímóti 141,4 mió. kr. í 2022. Lækkingin stavar frá lægri íløgukarmi í 2023.
Rakstrarútreiðslurnar í 2023 verða netto 77,9 mió. kr. móti 71,0 mió. kr. í 2022. Vøksturin stavar frá tillaging av játtan í inniverandi ári, raðfestingum komandi ár og væntaðum lønar- og prísvøkstri.
Íløgukarmurin komandi ár er 18,3 mió. kr. brutto meðan karmurin í 2022 var 33,4 mió. kr. Størsta avsetingin er til nýggja heilsudepilin, meðan kommunan framvegis raðfestir útstykkingar høgt. Somuleiðis er dentur lagdur á aðrar íløgur til frama fyri trivna hjá børnum og vaksnum.
Avsett til avdráttir av skuld eru 6,9 mió. kr. og samlaðu rentuútreiðslurnar væntast at verða 3,1 mió. kr.
Samlað hevur fíggjarætlanin 2023 eitt avlop uppá 338 tkr.
Av tí, at skattainntøkurnar í 2022 verða ímillum 13 og 14 mió. kr. hægri enn mett í fíggjarætlanini, væntar kommunan at verða komin undir eina álíkning í skuld í 2023.