18.02.2020

Felags foreldrafundur verður hóskvøldið í Mentanarhúsinum

 

Felags foreldrafundur verður hóskvøldið í Mentanarhúsinum

 Skal alt inn í skúlan?

 Hóskvøldið 20. februar kl. 19-21 skipar skúlastýrið í Fuglafjarðar skúla fyri felags foreldrafundi í Mentanarhúsinum.

 Á fundinum fara vit m.a. at viðgera um alt skal inn í skúlan, við útgangsstøði í avlýstu BRYD-verkstovuni, sum var nógv umrødd í heyst.

Skúlastýrið metir tað vera týdningarmikið at umrøða evnið, tí kjakið hevur verið heitt á sosialu miðlunum og meiningarnar ymiskar, bæði millum foreldur, starvsfólk á skúlanum og í skúlastýrinum.

 Hvussu forða vit fyri, at slíkar støður taka seg upp aftur?

 Ætlanin er at hava eitt konstruktivt pallborðskjak um málið, har foreldraumboð og umboð frá Mentamálaráðnum luttaka. Óluva Zachariasen, journalistur, er orðstýrari.

 Á fundinum verður eisini ársfrágreiðingin hjá skúlastýrinum løgd fram.

Skúlastýrið í Fuglafjarða Skúla