07.10.2016

Felags foreldrafundur, uppstillingarfundur til skúlastýrisvalið og framløga av nýggja skúlanum í Fuglafjarðar kommunu.

Skúlastýrið í Fuglafjarðar skúla, hevur felags foreldrafund mikudagin 19. oktober kl. 19:00 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Á skránni verður uppstillingarfundur til skúlastýrisvalið í Fuglafjarðar skúla.

Øll tey, ið hava foreldramynduleika at næmingum í Fuglafjarðar skúla, hava valrætt. Sama er galdandi fyri tey við foreldramynduleika at børnum, ið ganga í 7. flokki í skúlanum í Eysturkommunu.

Vallistin liggur frammi í Fuglafjarðar skúla og á skrivstovuni hjá Fuglafjarðar kommunu frá týsdegi 18. oktober fram til 1. november.

Eftir uppstillingarfundin verður framløga av endaligu tekningunum av nýggja skúlanum í Fuglafjarðar kommunu. Rúni Abrahamsen og Heidi Poulsen frá MAP-arkitektum, ið hava teknað skúlan, leggja fram.

Fundurin er almennur.

Meira kunning um skúlastýrisvali sæst HER