23.05.2022

Fast starv sum kostrøktarstarvsfólk til eldrasambýlið Gøtubrá í Norðragøtu

Nánd lýsir eftir einum dugnaligum og ábyrgdarfullum starvsfólki til køkin á eldrasambýlinum Gøtubrá í Norðragøtu frá 1. juli 2022. Á Gøtubrá eru 2 eindir við ávikavist 10 og 8 búfólkum.

Arbeiðið fevnir um at keypa inn, tilevna góðsku máltíðir til húsfólkini umframt at halda køkin. Talan er um fast starv í brøki 0,5 ella eftir avtalu, og arbeitt verður 3.hvørt vikuskiftið. Arbeiðstíðin er 6 -7 tímar millum kl. 8-15.

Vit ynskja, at tú

  • sært týdningin av at gera føðsluríkan og fjøltáttaðan mat til eldri fólk
  • raðfestir reinføri
  • hevur førleika at fáa til vega góðar rávørur
  • hevur ans fyri at fáa sum mest burturúr pengunum

Umsøkjarar við køksfakligari útbúgving og/ella royndum kunnu hava fyrimun.

Persónligir eginleikar

  • álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • Samstarvssinnað/ur og jalig/ur
  • Røkin og arbeiðssom/samur
  • Tolir arbeiðstrýst og broytingar

 Setan og løn

Starvið hevur tilvísing til deildarleiðaran og verður at byrja 1.august 2022 ella skjótast gjørligt. Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Jonnu Joensen, deildarleiðara, á tlf.nr. 730252.

Umsókn
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum skulu sendast til jonna@eystur.fo og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 2 juni 2022

Um Nánd

Nánd ynskir at stuðla undir lívsgóðsku, sjálvbjargni og heilsufremjan hjá borgarunum. Um tú hevur áhuga og førleika at arbeiða í tráð við hesar visjónir, gleða vit okkum at fáa eina umsókn frá tær.

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv. Dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý heim, eitt dagtilhald fyri fólk við demenssjúku og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt og endurvenjing. Sí meira um Nánd, missión, visjón og virðir á www.eysturkommuna.fo