13.12.2023

Farloyvisstarv til dagtilhaldið í Doktarahúsinum í Fuglafirði

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri tey, ið hava demens, so hevur tú møguleika at gerast eitt av okkara starvsfólkum.

Søkt verður eftir starvsfólki til farloyvisstarv í dagtilhaldinum í Doktarahúsinum í Fuglafirði. Starvsbyrjan er 1. februar 2024 ella eftir nærri avtalu, og starvstíðin er eitt ár fram. Dagtilhaldið er opið yrkadagar kl. 9-16. Starvið er á brøk 0,5 svarandi til 20 tímar um vikuna.

Endamálið við tilboðnum er at stuðla heimabúgvandi, ið hava demens, til ein virðiligan, virknan og innihaldsríkan gerandisdag í góðum felagsskapi.  

 

Vit vænta, at tú hevur: 

  • persónligar eginleikar, ið kunnu kveikja ein lívsjáttandi gerandisdag
  • útbúgving innan heilsufakliga ella námsfrøðiliga økið
  • áhuga og hegni at vera um menniskju, ið eru rakt av demenssjúku.
  • gott eyga fyri førleikum hjá hvørjum einkultum borgara og dugir at brúka hesar í arbeiðinum.
  • førleikar at samskifta á ein virðiligan hátt, bæði við persónin við demens, tey avvarðandi og starvsfelagar.
  • ert ábyrgdarfullu/ur, arbeiðssom/samur og nærløgd/lagdur, eisini tá ið talan er um praktiskar uppgávur, ið skulu loysast.
  • áhuga og evni til tvørfakligt samstarv.
  • KT-førleika á brúkarastøði.

Útbúgving sum demenssamskipari kann vera ein fyrimunur.

Vit kunnu bjóða tær: 

  • góða innleiðslu
  • ein mennandi gerandisdag
  • møguleika at seta tín dám á og framhaldandi menna tænasturnar hjá Nánd
  • regluliga undirvísing í Nánd
  • at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík

Umsóknarfreist:

Umsóknir skulu vera okkum í hendi áðrenn hósdagin 28. desember 2023 kl. 12:00.

Umsóknir við avriti av prógvi og viðmælum skulu sendast til elsebeth@eystur.fo  ella til:

Nánd
Oyran 2
512 Norðragøta.

 

Setanarviðurskifti:

Starvið hevur tilvísing til deildarleiðaran. Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.  Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Elsebeth V. Simonsen, deildarleiðara á tlf. 730232.

Um Nánd

Í Nánd leggja vit dent á stuðla undir lívsgóðsku, sjálvbjargni og heilsufremjan hjá borgarunum. Um tú hevur áhuga og førleika at arbeiða í tráð við hesar visjónir, gleða vit okkum at fáa eina umsókn frá tær.

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv og dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý heim, eitt dagtilhald fyri fólk við demenssjúku og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt og endurvenjing. Sí meira um Nánd, missión, visjón og virðir á www.nand.fo