12.01.2024

Farloyvisstarv sum leiðari í Mentanarhúsinum

Fuglafjarðar kommuna søkir eftir leiðara til Mentanarhúsið. Talan er um farloyvisstarv frá 1. februar til 31. desember 2024.

Uppgávan hjá leiðarinum er at skipa eitt forvitnisligt og livandi umhvørvi, ið daglliga bjóðar upplivingar. Tú skalt brenna fyri uppgávuni og tú hevur dirvi at stinga út í kortið og raðfesta.

Sum leiðari í Mentanarhúsinum skalt tú leggja orku í at uppbyggja áhuga fyri húsinum og tú skalt duga at ansa væl eftir húsinum.

 

Arbeiðsuppgávur

  • Leiða og íverkseta
  • Fyriskipa og leggja til rættis
  • Menna sambond og samstørv við listafólk og feløg
  • Kveikja áhuga og menna upplivingar
  • Seta og leiða starvsfólk
  • Fíggjarliga og fyrisitingarliga ábyrgd
  • Miðla og røkja miðlar

 

Førleikar

Leiðarin skal hava áhaldni og tolni at fyriskipa og íverkseta ætlanir fyri Mentanarhúsið. Royndir og úrslit, ið vísa á nýhugsan og íverksetan, eru ein fyrimunur, á sama hátt sum útbúgving innan mentanarliga økið hevur fyrimunir.

  • Hugvekjandi og gott sinnalag og sterkir samskiftiseginleikar eri eisini millum teir førleikar, ið sóknast verður eftir.
  • Neyðugt er, at umsøkjarar eru sterkir í bæði føroyskum, donskum og enskum máli í talu og skrift, hava góðar telduførleikar, eitt kreativt háttalag, og vitan um sosialu miðla- og samskiftishættirnar.
  • Neyðugt er at umsøkjarar eru sinnaðir at arbeiða í ymsum toymum.

Vit bjóða

Eitt spennandi leiðslustarv, við møguleika fyri at halda áfram at uppbyggja mentanarliga umhvørvið í Mentanarhúsinum.

Sum leiðari verður tú partur av mentanartoyminum í Fuglafjarðar kommunu.

Tilvísing

Leiðarin í Mentanarhúsinum vísir til leiðarin á Mentanarøkinum.

Løn og setanarviðurskifti

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið

Umsóknir

Umsóknir, saman við viðkomandi prógvum og viðmælum skulu sendast til Fuglafjarðar kommunu, Í Støð 5, 530 Fuglafjørður

Freist

Umsóknir skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi 2. februar 2024 kl 12:00

Nærri kunning

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Rønn Eliasen, leiðara á Mentanarøkinum, á tlf 23 80 14, ella við at senda teldupost til Ronn@fuglafjordur.fo

Kommunan skilar sær rætt til at velja ímillum innkomnar umsóknir, ella onga at velja.

Søk við vanga her