30.10.2024

Farloyvisstarv – heilsurøktari til Vesturstovu í Fuglafirði.

Vesturstova er eitt eldrasambýli í tveimum hæddum við tilsamans 18 stutttíðar- og búplássum. Á Vesturstovu starvast sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk umframt kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur útyvir vanligu røktarrnnormeringina. Harafturat starvast køksstarvsfólk, reingerðarfólk og spírar (ung millum 14-17 ár).

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólk og fyri at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, so er tað møguliga tær vit leita eftir.

Talan er um farloyvisstarv á 32 t/viku (0,8 brøk) at arbeiða í skiftandi vaktum frá 1. januar 2025 til 31. desember 2025.

Arbeiðið í Vesturstovu snýr seg í høvuðsheitum um at veita røkt og umsorgan til eldri borgarar við samansettum heilsuavbjóðingum.

Vit vænta at tú:

  • Hevur útbúgving og autorisatión sum heilsurøktari
  • Góð samstarvsevni
  • Góð evni at samskifta í skrift og talu
  • Jaligan hugburð
  • Evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurmenning
  • Dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgaranum í samstarvi við hann
  • Sær týdningin av fyribyrgjandi tænastum
  • Ert opin og fleksibul í mun til skiftandi tørvir hjá borgarunum

Vit kunnu bjóða tær

  • Eitt spennandi arbeiðspláss
  • Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Gott samstarv við onnur fakfólk
  • Ein lærandi stovn og regluliga undirvísing í Nánd
  • At venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík

Um eingin við útbúgving sum heilsurøktari søkir, kann umsøkjari við aðrari heilsuútbúgving verða settur í farloyvisstarvið.

Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Áhugað, ið ynskja at vita meira um starvið, kunnu venda sær til Elsebeth Viðoy Simonsen, deildarleiðara á tlf. 73 02 32.

Umsókn
Umsóknir við avriti av prógvi, autorisatión og viðmælum skulu sendast til elsebeth@eystur.fo  ella til Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Umsóknarfreistin til starvið er á middegi mánadagin 18. november 2024. Meira kann lesast um visjón, missión og virðir hjá Nánd her