Endurlýsing
Vesturstova er eitt eldrasambýli í tveimum hæddum við tilsamans 18 bú- og stutttíðarplássum. Á Vesturstovu starvast sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk umframt kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur útyvir vanligu røktarrnnormeringina. Harafturat starvast køksstarvsfólk, reingerðarfólk og spírar (ung millum 14-17 ár).
Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólk og fyri at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, so er tað møguliga tær vit leita eftir.
Talan er um farloyvisstarv á 32 t/viku (0,8 brøk) at arbeiða í skiftandi vaktum frá 1. januar 2025 til 31. desember 2025.
Arbeiðið í Vesturstovu snýr seg í høvuðsheitum um at veita røkt og umsorgan til eldri borgarar við samansettum heilsuavbjóðingum.
Vit vænta at tú:
- Hevur útbúgving og autorisatión sum heilsurøktari
- Hevur góð samstarvsevni
- Hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
- Hevur jaligan hugburð
- Hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurmenning
- Dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgaranum í samstarvi við hann
- Sært týdningin av fyribyrgjandi tænastum
- Ert opin og fleksibul í mun til skiftandi tørvir hjá borgarunum
Vit kunnu bjóða tær
- Eitt spennandi arbeiðspláss
- Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- Gott samstarv við onnur fakfólk
- Ein lærandi stovn og regluliga undirvísing í Nánd
- At venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík
Um eingin við útbúgving sum heilsurøktari søkir, kann umsøkjari við aðrari heilsuútbúgving verða settur í farloyvisstarvið.
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Áhugað, ið ynskja at vita meira um starvið, kunnu venda sær til Elsebeth Viðoy Simonsen, deildarleiðara á tlf. 73 02 32.
Umsókn
Umsóknir við avriti av prógvi, autorisatión og viðmælum skulu sendast til elsebeth@eystur.fo ella til Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta.
Umsóknarfreistin til starvið er á middegi týsdagin 10. desember 2024. Meira kann lesast um visjón, missión og virðir hjá Nánd her