Klaksvíkar Sjúkrahús
Fá tær eitt prik í Fuglafirði hósdagin
Í morgin, hósdagin 9. september, verður koppsett í Læknaviðtaluni í Fuglafirði, kl. 14.30.
Tey, ið ikki hava fingið fyrru ella seinnu koppsetingina, eru vælkomin framvið. Gev gætur, at 21 dagar skulu ganga millum koppsetingarnar.
Seinastu dagarnar hava koppsetingarlið frá Sjúkrahúsverkinum verið kring landið og bjóða fólki eitt prik. Undirtøkan hevur verið góð, og tað ber boð um, at tað hevur týdning at gera koppsetingina so atkomuliga sum gjørligt.
Í næstum verður farið í Sundalagið við koppsetingini og í dag er eitt lið í Vágum.