27.06.2022

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna skriva undir samstarvsavtalu um sløkking og bjarging í Leirvíkstunnlinum

Dávur Juul borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu og Per Martin Gregersen borgarstjóri í Eysturkommunu hava í dag, mánadagin 27. juni 2022, skriva undir samstarvsavtalu um sløkking og bjarging í Leirvíkstunnlinum. Endamálið við avtaluni er best møguligan hátt, at tryggja eina skynsama sløkking og bjarging úr báðum tunnilsmunnum.

Avtalan verður eftirmett við ársenda 2023.