Í sambandi við at Dávur Juul, borgarstjóri, er í sjúkraørindum í Danmark, røkir Eyðun á Lakjuni, varaborgarstjóri, starvið sum borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu fyribils frá í dag 13. januar 2022 at rokna.
Eyðun á Lakjuni hevur verið býráðslimur í meira enn 20 ár. Hann varð fyrstu ferð valdur í býráðið á valinum í 2000. Í hesari býráðssetuni er Eyðun eisini formaður í mentamálanevndini og næstformaður í fíggjarnevndini. Hetta er fyrstu ferð, at Eyðun á Lakjuni røkir starvið sum borgarstjóri.
Fuglafjørður, 13. januar 2022
Fuglafjarðar kommuna